Stóri fuglateljingardagurin verður í morgin

Stóri fuglatejingardagurin “Global Big Day”, verður hildin tvær ferðir árliga, einaferð um várið, og einaferð um heystið. Í ár verður dagurin 12 oktobur, hetta er eisini Heimsins flytifugladagur, tað er Føroya Fuglafrøðifelag sum skipar fyri

Føroya Fuglafrøðifelag skrivar, at øll kunnu vera við, og tað er lætt.

 

 Í Føroyum vóru 50 fuglasløg eygleidd henda dag í 2023.

Í heimshøpi tóku yvir 39.000 fólk lut í oktobur 2023, og fleiri enn 7700 fuglasløg vóru eygleidd.

 

Tey sum telja skráseta sínar eygleiðingar á heimasíðuni hjá eBird.

eBird er ein stórur dátabasi við fuglaeygleiðingum, har øll sjálvboðið kunnu skráseta.

á eBird ber til at síggja,  fuglasløg sum eru eygleidd í Føroyum, nær fuglurin sæst í Føroyum, og nær hann fer av landinum aftur. Fleiri enn 4400 myndir av fuglum úr Føroyum, og fleiri enn 100 ljóðupptøkur av fuglaláti eru í skipanini.

 

Føroya Fuglafrøðifelag skrivar, at tað eru tvær høvuðsorsøkir til at eygleiða fugl.

 

Fyrsta orsøkin verður nevnt  fuglafrøi: Tað er ein gleði í at eygleiða fugl, tí teir eru vakrir og nógvir teirra hava yndislig lát, ið gevur eina kenslu av várið og friðsælu. Tað er stuttligt og spennandi at eygleiða atburð teirra, og ikki minst, kann fuglurin geva okkum eina orsøk at fara út í náttúruna og at røra okkum. Bæði tann sálarligi og tann kropsligi parturin er gott fyri okkum og fyri fólkaheilsuna.

 

Seinna orsøkin nevna vit fuglafrøði: Fuglurin er ein umhvørvisábending um støðuna í náttúruni. At fleiri eygleiðarar savnast á einum stað, gevur betur yvirlit yvir fuglastovnarnir í verðini, stovnsrák teirra, og hvussu fólk og veðurlagsbroytingar ávirka fuglin. Vit kunnu fylgja við flytifuglunum, hvussu teir flyta seg gjøgnum árið, um teir koma fyrr ella seinni enn undanfarin ár, ella flyta teir seg longur norðeftir.

 

HVUSSU KANST TÚ TAKA LUT Í HESUM?

 

  1. Skráset teg í eBird. Tað er ókeypis.
  2. Á degnum, 12 oktobur, brúkar tú nakrir minuttir at eygleiða fuglin, og skriva niður tal, slag og stað fyri teljingina.
  3. Skráset eygleiðingarnir í eBird. Um tú nýtir eBird appina, eBird Mobile, kann hetta gerast beinleiðis. Annars kunnu teljingarnar leggjast inn seinni á heimasíðuni 
  4. Gleðiligt er um fuglaeygleiðingar verða skrásettar alt árið.

 

Skrásett verður á https://ebird.org/home