Donald Trump skrivar í dag á Truth Social, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri Iran, um landið ikki letur Hormussundið uppaftur fyri skipaferðslu.
Í einum uppslagi skrivar forsetin, at USA kann leypa á iranskar oljubrunnar og orkuverk, um eingin avtala kemur í lag.
- Stór framstig eru gjørd, men um ein avtala ikki skjótt kemur upp á pláss, og um Hormussundið ikki verður latið uppaftur "for business", sum forsetin tekur til, kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar.
Forsetin sigur, at tá vil USA enda sítt "átak" í Iran við at spreingja og fullkomiliga oyðileggja bæði orkuverk, oljuleiðir og Kharg-oynna, skrivar hann.
Kharg-oyggin er útflutningshavn hjá Iran við olju og gassi.
Útlendskir miðlar, sum endurgeva amerikanska forsetan, skriva, at avsaltingarskipaninar, sum tryggja drekkivatn til nógvar iranar - í boðum forsetans á Truth Social standa í klombrum.










