- Enn hava vit einki risastórt klædnamerki í Føroyum, men tað er eingin ivi um, at evnini eru har. Og ráki í samfelagnum í dag viðførir, at alsamt fleiri leita til sína kreativu síðu, og fara undir at skapa, sigur Laila av Reyni, sum er leiðari á klædna og tilvirkisdeildini hjá Tekniska Skúla í Havn.
Tað er eitt serstakt huglag í samfelagnum í dag. Tað tykist sum, at tað brádliga er vorðið kul at vera kreativur. Allir tannáringar ynskja at vera listafólk og at skapa tá tey vera stór. Uttan at tey veruliga vita hvat tað merkir. Tað er heldur ikki løgið, tí føroyingar eru óvanliga kreativir.
- Tað er nakað serstakt við føroyingum á tí kreativa partinum. Teir næmingar vit hava duga allir onkran part av fakinum ótrúliga væl uttan stórvegis undirvísing, sigur Laila av Reyni, leiðari, sum tó er í farloyvi í hesum døgum.
Sniðgeving í Føroyum vindur meira og meira uppá seg, og vit síggja javnan, at nýggjar sniðgevar bjóða seg fram við vørum av alskyns slag. Men eingin ivi er um, at tað er ein beinhørð vinna at arbeiða í.
- Tey flestu merkini í dag hava tað ikki gott. Tey stríðast fyri at sláa í gjøgnum, og sum oftast tekur tað langa tíð. Tað er væl eisini tí, at vit bert hava nakrar fáar sniðgevar, sum av álvara eru komnir útum landoddarnar, vísur Laila av Reyni á.
Hinvegin er greitt, at teir smærru sniðgevarnir hava stórt potentiali, og mong eru tey, sum Laila metir hava evnini til at røkka langt.
- Tá ið vit tosa um klæði, so skalt tú í veruleikanum bara kunna avrika nakað serstakt og óvanligt, og so stendur heimurin opin. Og at finna uppá nakað serstakt duga vit væl í Føroyum, sigur Laila.
Hon er eisini sannførd um, at vit enn bert hava sæð toppin av ísfjallinum, tí gongdin á Tekniska Skúla seinastu árini gevur Lailu eina fatan av, at fleiri sera dugnaligir sniðgevar eru í landinum, sum enn ikki hava latið frætt frá sær alment.
Tað er kanska ein avleiðing av, at tíðarandin í dag leggur upp til, at vit skulu vera egin og trúgv móti okkum sjálvum. - Og soleiðis gerast tey fleiri og fleiri, sum fara kreativu leiðina ístaðin fyri tær siðbundnu leiðirnar, sigur Laila.
Les meira um føroyska sniðgeving í Vikuskiftis Sosialinum.