Stórt rúsevnamál: Royndu at smugla 1,3 mió kr við Norrønu

Fýra mans hava verið í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag

Fyri mans vórðu handtiknir umborð Norrønu í gjárkvøldið, tí tollvvaldi fann 1,3 milliónir krónur í reiðum peningi í bili teirra, sum teir ætlaðu sær til Danmark við.

Tað veit Frihedsbrevet at siga, sum hevur verið til grundlógaravhoyringinga í Føroya Rætti í morgun klokkan 11.

Frighedsbrevet skrivar, at umframt at ætla at smugla pengarnar av landinum eru menninirnir eisini skuldsetti fyri at hava 18 kilo av hassji og 700 gram av amfetamini í varðveitslu, sum ætlandi skuldi seljast í Føroyum.

Talan er um fýra danir, og sum tey á Frihedsbrevet siga, so var talan um »etniskar danir, sum sóu út sum vanligir danir og itu vanlig donsk nøvn«.

Teir eru eisini lutfalsliga ungir, onkur var føddur í 2001 og onkur í 1995.

Av tí at avgjørt varð, at rættarfundurin skuldi haldast fyri afturlatnum hurðum, so frætta fjølmiðlarnir ikki meira enn tað, sum menninir eru skuldsettir fyri.

Og sambært Frihedsbrevet eru menninir skuldsettir fyri hvítvasking av sera grovum slag, sum kann geva upp til 8 ára fongsulsrevsing umframt fyri at hava hesi 18 kiloini av hassji og 700 grammini av MDMA.