Føroyskt brennivín stóð seg sera væl og gjørdi eitt gott heiðursmerkjahál í kappingini World-Spirits Awards 2014, ið júst hevur verið í Klagenfurt í Eysturríki.
Tey fýra sløgini hjá Dism fingu øll heiðursmerkir, fortelur Dism í tíðindaskrivi í morgun. Eldvatn fekk gull fyri vodka, Baraldur fekk gull í ginni og Lívsins Vatn og Havið fingu ávikavist gull og silvur í akvavitti. - Hetta hevur stóran týdning fyri okkum, sigur Erling Eidesgaard á Dism. Hann ásannar, eitt eitt er viðurkenningin og góðskustemplið. Men tað hevur ikki minni týdning ein slík úrslit setir kikaran á brennivíni hjá Dism.
Kappingin í Eysturríki er ein blindsmakking, har serfrøðingar úr Eysturríki og Týsklandi blindsmakka og døma tey ymsu sløgini.
|
Stjórin í Dism sigur, at tilsamans vóru 400 sløg av brennivíni úr tilsamans 30 londum, við í kappingini.