Tíðindaskriv:
Á hesum degi, ST hevur lýst til at vera altjóða friðardag, verður bjóðað til stovnandi aðalfund av áhugafelagnum “Føroyingar fyri friði” sunnudagin 5. oktober 2025 kl. 14:00 í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10c í Tórshavn.
Føroyingar fyri friði hava til endamáls, at virka fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond. Felagið arbeiðir støðugt fyri vápnaavdubbing, øktum forstáilsi og virðing fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum og javnstøðu.
Friðarrørslan verður stovnað við støði í friðartiltøkunum, sum seinasta árið hava verið fyriskipaði: Friðargonga, Friðarkonsert og Friðarráðstevna í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri.
Føroyingar fyri friði er eitt savnandi áhugafelag og ein rørsla, óheft politiskt og átrúnaðarliga, sum vil vera ein mótvekt til tann krígsorðaleik og polarisering, sum eyðkennir okkara tíð.
Í Føroyingum fyri friði er rúm fyri ymiskum sjónarmiðum við tí endamáli, saman at varpa ljós á týdningin, at fáa frið í lag í teimum londum, har kríggj og yvirgangur herjar og ósek menniskju dagliga lata lív.
Við vón um góða undirtøku í sambandi við stovnanina av áhugafelagnum Føroyingar fyri friði sunnudagin 5. oktober kl. 14:00.
Ein heimur uttan kríggj
bjargar menniskjalívum
og gevur fleiri møguleikan at liva og virka
við tí góða og trygga
eisini í Føroyum
##med2##
Hoyvík, 21. september 2025
Henrik Weihe Joensen, stigtakari