Mong eru tiltøkini í sambandi við at Klaksvík fyllir hundrað ár 3. mai bjóða nakrir av okkara litríkastu rokktónleikarum til hóphugna í nýggju badmintonhøllini í Klaksvík.
M.a. fara vit at hoyra rokkslóðaran mikla, mr. Straight Ahead, Jørgin Dahl.
Hjarnar, sum hevði annan fótin á evropeiska rokkpallinum við Breaking my Heart, hjá Jørgin Dahl, verða eisini at hoyra.
Tað er eydnast fyrireikarunum savna tær litføgru Dynamitt-stengurnar, Shaky er í landi, og Joe Cole er komin til landa. Hallur Joensen, sum gjørdi dreym til veruleika, og legði Nashville fyri sínar føtur, syngur løg av nýggju fløguni, sum kemur út í næstum. Eisini fer Ólavur Presley at trína á pall, floytifullur av íblástri av pílagrímsferð til Memphis. Sum vant hevur hann Dirty Rag-Rags við sær.
Úr yðjandi tónleikalívinum á Dávavirkinum koma tveir bólkar, sum vera almannakunngjørdir í vikuni.
Slíkt tyssi av sjálvsóknum úrmælingum má stýrast av hepnari hond og til tess er eydnast at fáa Jákup Veyhe, tiltikin tryggur palltrýnari og skemtari.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag stendur fyri tiltakinum; fyrireikarar eru frumfestivaldreingirnir frá Klaksvíkar Beatfestival í 1972, Rudolf og Sonhard.
Atgongumerkini, sum kosta 200 kr, fáast í forsølu á Shell-støðunum í Klaksvík, Gøtudali og við Norðrara Ringveg í Havn.