Stríðið millum yrkisfelagið og landsstýrið gagnar ikki Sambandsflokkinum

Sum øllum kunnugt stundar til val her í Føroyum, og allir flokkar royna at gera sítt til at fáa flestar atkvøður.

Summir leggja stóran dent á ungdómin, meðan aðrir leggja størsta dentin á onkran annan bólk í samfelagnum. Men ein flokkur í landinum, sum ikki gevur ungdóminum gætur, er Sambandsflokkurin. Eilif Samuelsen, sum umboðar Sambandsflokkin í landsstýrinum, er við at oyðileggja framtíðina fyri nógvar ungdómar her á landi, við at forða teimum í at fáa eitt prógv, fyri síðan at halda fram við lesnaði, sum gagnar Føroya landi. Hetta kunnu vit ikki góðtaka.

Tosað hevur verið nógv um at fáa fiskimenninar heim aftur til Føroya, og teir skulu her fáa betri livikor. Løgið er, at vit næmingar ikki eisini kunnu fáa góð livikor her á landi, vit sum skulu stýra landinum í fram-tíðini. Hetta skal Sambandsflokkurin ikki forða okkum í, og um teir ikki eru fúsir til at fáa eina loysn, so at vit kunnu fáa eitt gott prógv, mugu vit heldur syrgja fyri, at Sambandsflokkurin ikki kemur vælmannaður inn á ting aftur. Vit kunnu ikki hava ein flokk inni á tingi, sum vil spenna bein fyri ungdóminum her í Føroyum. Eilif Samuelsen vil hava, at vit kroysta okkum saman 28 fólk í eina stovu, sum hann í kunngerð sjálvur sigur, at tað ikki skulu vera meira enn 24 næmingar í hvørjum flokki. Harumframt eru luftviðurskiftini í stovunum meira enn tvær ferðir hægri enn hámark, og samstundis vil hann, at lærararnir fáa somu løn sum áður. Hann hevur eisini nevnt, at í Danmark eru meira enn 24 næmingar í hvørjum flokki, men har fáa lærararnir nógv meiri løn. Í Danmark fáa næmingarnir eisin munandi meira í studningi. Vit kunnu ikki bara taka ein part úr tí donsku skipanini og lata hinar partarnar liggja eftir. Er hett tað, Eilif vil, at tað skal vera eins í báðum londum, fær hann eina dýrari rokning enn hann hevði áðrenn.

Vit vilja heita á landsstýrismannin umboðandi Sambandsflokkin um at vera samarbeiðsáhugaður, uttan longu áðrenn at seta treytirnar fyri at fáa eina loysn við Yrkisfelagið skjótast gjørligt. Um hetta ikki verður gjørt, eru vit vís í, at Sambandsflokkurin ikki verður størsti flokkur her í Føroyum næsta valskeið. Upprunaliga var stríðið um sparingar á 400.000 kr., men nú lærararnir hava verið í verkfalli, hevur landsstýrið spart uml. 900.000 kr. meira enn ætlanin var. Hetta er nú vorðin ein prinsipp spurningur, og er hetta prinsippið vert at seta so nógvar atkvøður í veð fyri, og skulu næmingarnir gjalda fyri hetta klandur við sínum prógvum? Í skúlunum eru nógv fólk, ið skulu velja á fyrsta sinni, og hetta mál ger Sambandsflokkin alt annað enn vælumtóktan. Gott er at síggja, at summir flokkar taka hetta mál í álvara. Ungdómurin er framtíðin. Vit takka øllum, sum hava stuðlað okkum og sum í framtíðini fara at stuðla okkum í hesum máli. Vit heita á hinar flokkarnar á tingi um at skunda undir hetta mál, so at ein loysn kemur á borðið, og vit sleppa aftur í skúla.


Næmingaráðini

á Kambsdali

og í Hoydølum