Kringvarpið skrivar, at tað sæst í viðgerðini av uppskotinum um eina serstaka byggisamtykt fyri økið millum Grasagarð og Finsen, har ætlanin er at umbyggja gamla Restorffs bryggjarí til íbúðir.
Byggimálsdeildin ger vart við, at tess fleiri serstakar byggisamtyktir verða samtyktar, hvør við sínum serreglum, tess torførari verður tað hjá borgarum, vinnulívi og almennum myndugleikum at skilja og umsita reglurnar.
Deildin vísir eisini á, at fleiri serreglur kunnu gera bygging dýrari.
Somuleiðis mælir Umhvørvisdeildin frá at broyta serstøku byggisamtyktina fyri økið norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið.
Higartil í ár hevur Tórshavnar kommuna kunngjørt 22 uppskot um broytingar í byggisamtyktum. Av teimum eru tíggju uppskot um serstakar byggisamtyktir.
Tá býráðið hevur samtykt eitt uppskot um broyting, verður tað sent til almenna hoyring í seks vikur. Eftir hoyringina tekur kommunan støðu til innkomnar viðmerkingar, áðrenn málið verður sent landsstýrinum til endaliga viðgerð og avgerð.











