Nú er verkfalli av, men støðan er verri nú, tí undir verkfallinum visti vit at ongin Smyril sigldi, nú veit man ikki nær sleppast kann um Suðuroyarfjørð, tí fyrst kom Scandia ið skuldi verða leiga til sigling tá Smyril fór í dokk, hetta segði stjórin fyri Strandferðsluna, men gakk ein túr kláraði hendan rullubukkan til Suðuroynna og norð aftur um fjørðin. Eg var sjálv við hendan túrin norð í fínasta veðri, komin á Drelnes standa trailarir og bilar hjá IRF ið skuldi norð við Scandiu, men teir fingu at vita at hetta ber ikki til tí onki var at surra fast á dekkinum og Scandia rullaði ov illa, bert persónbilar sluppu við, men nær og hvussu vit skuldi fáa bilarnar suður aftur, meðan Smyril er í dokk og farmur verður tikin fram um, tá nøkur sigling er, segði søgan onki um.
Er Suðuroyggin partur av Føroyum?
Ja, sum skattaborgarar í landinum má man spyrja - eru vit ið búgva á Suðuroynni partur av hesum landi ? tað sær ikki soleiðis út, sum fólkið og oyggin verða viðfarin av politiska valdinum, hesa viðferð fáa vit í búgva har suðuri hvørja fer Smyril fer í dokk. Vinnumálastýrið hevur SL undir sær t.v.s. Vinnumálastýrið hevur politisku ábyrgdina ella hvar skal ábyrgdin fyri hetta óskil leggjast? SL og teir ið hava ábyrgdina har, vistu áðrenn teir settu Scandiu í sigling, at onki kundi surrast fast á dekkinum, so skipið kundi ikki taka farm. Ella varð hetta gjørt fyri at lumpa Dúgvuna inn í Suðuroyarsiglingina, eitt skip sum er líka óbrúkligt til hesa sigling sum Scandia og tað veit bæði Strandferðslu stjórin og teir ið eru á Strandferðsluni.
Landstýrismaðurin í Vinnumálum Bjarni Djurholm, segði í Degi og Viku hóskvøldið 23. mai, at trupulleikin var ikki pengar, tí SL hevði fingið neyðuga peningin játtaðan, meðan stjórin á SL Reidar Nónfjall sigur, at tað er tí at peningurin var ikki játtaður til tíðina, og tí var ikki møguligt at leiga hóskandi skip. Ja, hvør skyldar uppá hvønn annan, men onkur man hava ábyrgdina og tann ið ábyrgd hevur eigur at fáa avleiðingar um tað so er stjórin ella landsstýrismaðurin.
Betur um Suðuroyarsiglingin verður løgd á ein almennan stovn í Suðuroy.
Tað er nokk besta loysnin sum hevur verið frammi nú um dagarnar, at øll umsitingin av Suðuroyarsiglingini bleiv løgd á ein almennan stovn í Suðuroy, so bleiv betur skil á, tí hetta óskil ið nú er kann ongin av okkum liva við. Hvørja fer Smyril fer í dokk verða vit sett eini 50 ár aftur í tíðina, skip verða sett til Suðuroyarsiglingina í als ikki kunnu nýtast til hesa sigling, Dúgvan er bart út sagt vandamikil bara tað er eitt sindur av vindi og óslatt er í sjónum.
Ein undrast
Fólk spyr seg sjálvan og undrast yvir hvussu leingi skal hetta óskil halda fram? hvør hevur ábyrgdina? fær hetta avleiðingar?
Umberingar kunnu ikki góðtakast, tí SL veit, at hetta endurtekur seg á hvørjum árið, at vit sum búgva í Suðuroy ikki hava nakran ordiligan fart um Suðuroyarfjørð tá Smyril fer í dokk. Hvørt ár er sama umbering, at onki skip fæst til leigu ið er brúkligt.
Um hetta gekk soleiðis fyri seg í einum av grannalondum okkara ella kanska bara hetta hendi við siglingini til norðuroyggjar, høvdu teir ið sótu við ábyrgd av hesum óskili langt síðani fingið sekkin frá sínum arbeiðsgevara, men tíverri, her á landi gongur næstan alt og sum nú er gongur hetta útyvir okkum ? enn einaferð ? ið skulu ferðast aftur og fram til arbeiðis hvørja viku og útyvir tey sum hava onnur ørindi til Havnar og ikki minst vinnulívi ið nú má gjalda dýrt tí ongin kann stóla uppá regluliga sigling og farmaflutning nú onki brúkligt avloysara skip er.
Nú mátti verið tí uppá, at teir ella tey ið hava ábyrgd av hesum, eisini fáa avleiðingar av at ein heil oyggj verður hildin
soleiðis fyri gjøldur á hvørjum árið.
Eisini skal ein áheitan vera til teir politikkarar ið valdir eru har suðuri, nú mugu tit støðga hesari vanvirðing av okkum ið skuldu eitast at vera borgarar í hesum landi, tað eru vit í hvussu so er roknaði fyri at verða tá vit skulu gjalda okkara landsskatt.
Eitt orðatak sigur »ger tínar skyldu og krev tín rætt«, vit í Suðuroy gera okkara skyldir, men tá tað kemur til at fáa sín rætt, gongur tað ikki so væl. Siglingin um Suðuroyarfjørð er okkara koyrivegur til meginøki, vit hava sama rætt sum aðrir føroyingar til at krevja at hesin vegur verður hildin farbarur av landsins myndugleikum.
Tí mugu tit, ið sita á Føroya Løgtingið og valdir av okkum í Suðuroy, gera tykkara skyldur og fáa skil á hesi viðurskifti og krevja at hetta ið nú aftur hendi við Suðuroyarsiglingini fær tær avleiðingar tað eigur at fáa, har ábyrgdin liggur.
Tórshavn, tann 24. mai 2002
PS: Hoyri nú í morgum, at SL boðar frá at nú verður skift aftur í Suðuroyarsiglingini, so ein rullubukka avloysir eina aðra av til Smyril kemur aftur ? stór skomm fyri landsins myndugleikar.