Suðuroyggin verður ofta nevnd Lítla Danmark. At suðuroyingar framvegis eru meiri til danska ríkið, enn teir eru til fullveldi er veljarakanningin staðfesting av.
Kortini tykist lítil ivi vera um, at Tjóðveldisflokkurin fer at varðveita umdømisvalda tingmannin, sum teir fingu valdan í 1998. Tá hevði Hergeir Nielsen verið burturi úr tinginum síðani á valinum í 1994.
Javnaðarflokkurin eigur fleiri enn fýra av hvørjum tíggju veljarum í Suðuroy, og Sambandsflokkurin er rættuliga tryggur á næstfremsta plássinum.
Flemming Mikkelsen hevur umboðað sambandsflokkin í Suðuroy síðsta valskeiðið, men hann er ikki á listanum hesa ferð.
Á valinum fyri fýra árum síðani var um reppið, at Fólkaflokkurin fekk ein umdømisvaldan tingmann í Suðuroy. Nú er hann fullkomuliga smokkaður burtur í millum aftur.