Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar

13. september 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum. Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.

Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

• Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,20 %-stigum.

• Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,20 %-stigum. Broytingarnar koma í gildi 22. oktober 2024.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.