1. deild. Sumba-VB 1-0 (1-0)
Tað var sum í suðurlondum, tá sumbingar bastu grannunum í Vági. Sumbingar eru ikki so ógvuiga mannsterkir, men teir gjørdu nógv um seg kring vøllin, har rópini dundu og geltu allar 90 minuttirnar.
Og neyvan nakrantíð áður hevur ein fótbólsdystur verið spældur so seint í Føroyum, sum tann í Sumba fríggjakvøldið. Dómarin, sum var settur at døma, hevði fingið forfall, og so tók Niklas á Líðarenda uppgávuna á seg. Men hann kundi ikki fara suður fyrrenn fríggjakvøldið. Sambært skránni skuldi Smyril fara av Havnini klokkan 17.30, og dysturin var ásettur at byrja klokkan 20.30. Men tað var jóansøka og nógv fólk, og tað hevði við sær, at klokkan var 18.15, áðrenn Smyril var leysur av Havnini, og dómarin var ikki í Sumba fyrrenn klokkan 21.15.
Men tað var sól og summar og heiður himin, tá síðsti tónin klokkan ellivu ljóðaði úr floytuni, og fagnaðurin hjá sumbingum mundi ongan enda tikið. Tað var, sum um teir høvdu vunnið HM! Enn eru teir aftastir í bestu deildini, men nú er munurin lítil, og fyritreytirnar at sleppa av aftasta plássinum eru ikki heilt vánaligar.
Mál og møguleikar
Tá grannar hittast í fótbólti, plagar tað at vera tætt, og soleiðis var tað í Sumba. Tá botnlið hittast, plagar tað umframt at vera tætt eisini ofta at vera ófantaligt. Tað var als ikki ófantaligt í Sumba.
Sumbingar fingu sigursmálið, tá 24 minuttir vóru farnir. René Thomsen var síðstur á bóltinum, eftir at ein langur bóltur var komin úr vinstru.
Sumbingar høvdu ein stóran møguleika í 2. hálvleiki. Bjarni Johansen í VB málinum hálvbjargaði framúr væl langskotsroynd frá Mortani úr Hørg, og bjargingin var ikki minni góð, tá sumbingar vóru fyrstir á returinum.
Serliga í 2. hálvleiki høvdu gestirnir bóltin nógv. Men tað gekk illa hjá teimum at spæla seg til møguleikar. Milan Culjic sendi eina ferð í 2. hálvleiki í stólpan, og í 1. hálvleiki var Jón Pauli Olsen við at umseta eitt innlegg til mál, tá tað var so óheppið, at Kryzstof Popzynski bakkaði í álopsfelagan, og so kom einki burturúr tí møguleikanum.
Fyritreytirnar
Vágbingar, sum vóru so óhepnir longu eftir 33 minuttir at missa verjustuðulin Magna Jacobsen, eru í svárari kreppu. Málið undan kappingarbyrjan var røkka hægri enn sjeynda plássinum, sum teir endaðu á í fjør, og dreymurin var at vinna Intertoto Cup plássið aftur, sum fjórða plássið í fyrraárið gav teimum. Nú eru hesir dreymarnir óveruligir. Fyrsta og stóra takið verður at vinna seg úr niðurflytingarvandanum. VB átti at havt manningina til eina betri støðu, men skal støðan betrast, so mugu fleiri viðurskifti rættast.
Ivaleyst vita vágbingar sjálvir best av øllum, hvat tað er sum haltar. Málið má vera at fáa nyttu burturúr fótbóltsevnunum. Miðvøllurin er mannaður við fleiri fínum spælarum, men teir eru ofta lítið uppií, og alt ov ofta verða góðu fótbóltsevnini koblað úr, og bólturin verður sendur til spælandi venjaran, ið leggur stórar (ov stórar) byrðar á seg sjálvan.
Sumbingar fingu trý gul kort, og tey raka meint, tí stuðulsspælarar verða leikbannaðir, tá teir í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin skulu í Gundadal at spæla móti B36. Men tað verður neyvan í tí dystinum, at framtíðar lagnan hjá Sumba verður avgjørd. Heldur verður tað í dystunum móti hinum liðunum, sum eru í botninum. Tá VB í 2. hálvleiki hevði bóltin nógv, vístu sumbingar, at teir væl megnaðu at skipa verjupartin, samstundis sum teir lúrdu eftir møguleikanum at fara í álop.
Sumba: Fróði Mortensen - Mortan úr Hørg, Dánial J. Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Spasoje Biberdzic, Sonni Kjærbo - Eirikur Joensen, Jan Poulsen, Peter Jørgensen - René Thomsen, Nebojsa Veljkovic
VB: Bjarni Johansen - Marner Richardt, Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Magni Mohr, Tórður Holm, Milan Culjic, Palli Augustinussen - Jón Pauli Olsen, Krzystof Popzynski