Súna var toppskjútti hjá Skanderborg

Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vunnu tvey føroyingalið, meðan eitt tapti

Føroyingauppgerð var í dag í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti. 

 

Í Ølstykke eydnaðist tað Maritu Mortensen og hennara liðfeløgum í HØJ at vinna ein tepran 27-26 sigur á Súnu K. Hansen og hennara liðfeløgum í Skanderborg. Í steðginum var HØJ á odda 16-14.

 

Tað gekk tó persónliga væl hjá Súni, ið saman við Astrid Lynnerup var toppskjútti hjá Skanderborg við sjey málum hvør. Súna legði eisini upp til eitt mál (assist), og hon vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

HØJ er fjórðaftast í deildini við átta stigum. Skanderborg er aftast í deildini við bert trimum stigum.

 

Í næstbestu deildini eydnaðist tað Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen og liðfeløgum teirra í Ajax at vinna á heimavølli 31-21 (16-11) á Fredericia. Elsa skoraði tvey mál og Vár skoraði eitt mál.

 

Ajax er nummar fimm í deildini við 16 stigum.

 

Marianna G. Eystberg og liðfelagarnir í Ydun vunnu á útivølli 28-25 (14-14) á Holstebro. Marianna skoraði trý mál.

 

Ydun er næstaftast í deildini við átta stigum. 

 

Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen taptu á heimavølli 31-34 (18-18).

 

Ejstrup/Hærvejen er fjórðaftast í deildini við níggju stigum.