Sundaberg landar 800 tons

Flakatrolarin hjá JFK fer aftur í Barentshavið mánadagin

 

Klaksvík: Mánadagin kom Sundaberg aftur úr Barentshavinum, har hann hevur fiskað farnu fýra mánaðirnar.

Flakatrolarin hevur góð 800 tons av flaki heimaftur við úr Barenshavinum, og hendan veiða verður løgd upp á Northern Fish Cold Storage í Klaksvík.

Í løtuni verður trolarin landaður, og mánadagin er ætlanin, at Sundaberg skal leggja leiðina aftur í Barentshavið at fiska.

Hendan túrin vóru 35 mans við, og skipari var John Fuglø.