Sundalagið er á Europavegnum á veg suður í høvuðsstaðin

Hjá HB er verjuspælari tøkur aftur, sum hevur verið skaddur síðani fyrsta mai

HB hevur vunnið fimm ferðir á rað, og í hesum dystunum hevur Teitur Matras Gestsson bara tvær ferðir verið í netinum eftir bóltinum

Fyri tveimum vikum síðani var HB gestur við Margáir. Tá fóru høvuðsstaðarmenninir suður aftur við trivaligum 4-1 sigri. Í dag hittast HB og EB/Streymur aftur. Nú verður tað í Gundadali. Síðsta sunnudag vann EB/Streymur 3-2 á heimavølli ímóti B36. Sigurin lyfti EB/Streym fram á fjórða plássið, og harvið er setningurin hjá teimum í Sundalagnum í dag at verja plássið, sum eftir kappingarlok ber við sær atgongd næsta summar at luttaka í Europa.

 

HB hevur av álvara fingið høvdið fyri seg. Fimm tær seinastu ferðirnar er liðið farið av vøllinum við fullari úrtøku, og kappingin um plássini á liðnum er størri nú, enn hon hevur verið fyrr í ár.

 

Í gjár var miðverjin Gustav Kjeldsen á næstbesta liðnum í grannauppgerðini ímóti B36, sum endaði 2-2. Gustav Kjeldsen hevur ikki verið á vøllinum síðani fyrsta mai, tá ið hann í 2-2 heimadystinum ímóti 07 Vestur fór skaddur av vøllinum, tá ið ein tími var farin.

 

Nú hann er komin fyri seg eftir skaða í lærkrikanum snýr tað seg um hjá Gustav Kjeldsen at kappast við Hørð H. Askham, Bartal Wardum og eisini Heðin Hansen um pláss í miðverjuni. Síðsta sunnudag sat Bartal Wardum smáskaddur á beinkinum í ein tíma, meðan Heðin Hansen var miðverji.

 

Heri H. Mohr, sum leingi hevur verið skaddur, er komin fyri seg. Hann kappast við Hanus Sørensen u vongverjan í høgru. Hilmar Leon Jakobsen og Tróndur Jensen eru langtíðarskaddir.

 

Hjá EB/Streymi er miðverjin Andras Ó. Olsen um at koma fyri seg eftir skaðasteðg í fleiri vikur. Bogi Reinert-Petersen og Tóki Johannesen eru smáskaddir, men tað verður vónað, at teir vera førir fyri at spæla seinnapartin.

 

HB hevur vunnið fimm ferðir á rað, og í hesum dystunum hevur Teitur Matras Gestsson bara tvær ferðir verið í netinum eftir bóltinum