Í einum opnum fyrispurningi til sjónvarpsstjóran setir Finnleif Guttesen fram spurningin, hvørt ætlanir eru um at teksta tey íslendsku innsløgini í sendingini Grannar til føroyskt. Hugskotið við Grannar hevur øll árini, síðani sendingin byrjaði miðskeiðis í 80'unum, verið, at innsløgini á norðurlendskum máli skuldu sendast ótekstaði, so hyggjarin fekk høvi til at venja oyrinu við mál, ið hann ikki er vanur at hoyra. Hetta hevur havt við sær, at íslendsku og svensku innsløgini hava verið ein trupulleiki fyri nógvar hyggjarar, tí meirilutin av fólkinum skilir ikki hesi mál. Av tí sama hevur eisini javnan verið upp á tal innanhýsis í SvF at teksta hesi innsløg, men niðurstøðan hevur hvørja ferð verið, at tað vil vera at ganga ímóti grundtankanum við sendingini. Grundhugburðurin undir sendingini hevur frá byrjan verið at raðfesta ein málpolitikk, ið miðar eftir at skapa málsligt forstáilsi millum Norðurlondini, fram um kunningina og innihaldið í norðurlendsku tíðindunum. Eg kann geva Finnleivi Guttesen rætt í, at tað er tíð upp á at gera upp við hesa raðfesting. SvF fer tó neyvan undir at teksta Grannar nú. Ætlanin er at taka sendingina av skránni frá 1. januar. Norðurlendsku tíðindini verða í staðin innarbeidd í Dag og Viku, og har verða øll svensk og íslendsk innsløg tekstað.
LesarabrøvLesarabrøv