Svar til Sonju J. Jógvansdóttir

   

Sonja J. Jógvansdóttir, blaðfólk á Dimmalætting, hevur grein um tíðindi frá landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum sum var í Hvalba.
Hon skrivar frá fundinum, tað er jú bara positivt.
Men so fer hon at skriva um, hví eg ikki var møttur, og heldur fyri, at hetta ikki at møta, hetta var nokk lyndi í skopuninginum. Hvar ið henda unga kvinna kennur allar skopuningar frá, er sjálvsagt ikki gott at vita.
Tað sum eg kann siga, er at parturin hjá skopuningum hevur ongantíð ligið eftir, hvørki á sjógvi ella landi.
Hvat viðvíkjur at møta upp í tinginum, ella tí nevnd eg eri í, haldi eg sjálvur at mín uppmøting er fyrimyndarlig, so er tað sagt.
Sum borgarstjóri og limur í kommununi síðani 1984 havi eg ongan fund forsømt, so tað man verða í lagi við mínari uppmøting.
Síðani fer blaðkvinnan at viðgera meg, hvat sjúku viðvíkur. Ja góða, tað sleppa hvørki tú ella eg at avgera okkara heilsu. Tú nevnir í greinini, at eg líði av ov høgum blóðtrýsti, eg má siga, at tú hevur stóra umsorgan fyri mær.
Jú, rætt er tað. Tað er nakað, sum hevur plágað meg nógv í nógv harrans ár.
Eisini nevnur tú, at eg ikki hevði sagt frá. Jú Sonja, eg segði frá, at eg ikki fór at møta vegna forfall. Tað má vælsaktans verða í lagi, ella meinar tú, at tað skuldi verði øðrvísi? Tað má tú sjálv um, men eg kundi ikki møta.
Fundurin var fluttur eina viku fram, grundað á, at ein var sum ikki kundi møta vegna forfall, so eg vildi ikki fara og biðja um at flyta fundin einaferð enn, so mikið lítilátin eri eg.
Síðani fer tú at spyrja formann floksins, um eg eri settur út á eitt síðuspor, grundað á onkrar meiningar sum eg havi havt og (havi).
Formaðurin svarar beinrakin, at tað er vítt til veggja í Javnaðarflokkinum.
Til síðst. Kanska kundi tú funnið okkurt meira positivt um mín persón sum løgtingsmaður. Kanska allar tær ferðir eg havi gjørt vart við tær oyggjar eg eri valdur í. Allar teir fyrispurningar eg havi havt, hvat ið Sandoy og Skúvoy viðvíkja.
Annars haldi eg, at hatta var ein lítið sigandi frásøgn frá einum fundi, sum vardi í tveir dagar. Saktans kundi tú funnið okkurt meira positivt.
Kanska formansfrágreiðingina t. d. Har var vælsaktans nógv sera positivt at skriva um.