Sveinur fegnaðist um at sleppa undan at verða mansvardur

Sveinur Justinussen hjá StÍF fegnaðist um ein dyst, har hann slapp undan at verða mansvardur. Sveinur Justinussen var ógvuliga eyðsýndur í dystinum ímóti Team Klaksvík, har hann skeyt 10 av málunum hjá StÍF í 25-15 sigrinum ímóti Team Klaksvík í høllini á Skála í dag. Sveinur viðgongur, at tað hevur verið eitt sindur harmiligt at hava havt so nógvar dystir, har hann hevur verið mansvardur, men hann heldur, at StÍF er komið rættiliga væl frá kappingarárinum higartil, ikki minst í verjupartinum.

 

Heri Johnson, formaður og spælari hjá Team Klaksvík fegnaðist um avrikið hjá tí 21 ára gamla bosniska málverjanum, Borisa Eskic sum bjargaði nógvum royndum hjá StÍF. Borisa Eskic er fyrsta stigið hjá Team Klaksvík ímóti betri tíðum, og formaðurin hjá Team Klaksvík er ivaleysur í, at tað gongur ikki long tíð, áðrenn Team Klaksvík fær tey fyrstu stigini í Atlantic Airways kappingini hendan veturin.

 

Tað ber til at hoyra prátini Rás2 hevði við Svein Justinussen og Hera Johnson undir greinini.