Veddingafyritøkurnar rokna ikki við, at Sveinur Gaard Olsen kemur í vanda í X Factor kappingini í kvøld. Veddingarfyritøkurnar peika hinvegin á ein ungan solist og ein bólk.
Kappingin harðnar í X Factor, og í kvøld skal ein av teimum seks luttakarunum, sum eru eftir, úr kappingini.
Veddingafyritøkurnar rokna við, at bólkurin Tandberg & Østenby og Line koma í vanda í kvøld.
- Tað er rættiliga einfalt. Morten Benjamin, Ida og Nicoline Simone & Jean Michel eru heilt einfalt ov góð til at koma í vanda, og Sveinur fær ov nógvar hyggjaraatkvøður til at koma í vanda, sigur Per Marxen, sum starvast fyri fyritøkuna Unibet.
Bæði Unibet og aðrar veddingafyritøkur rokna við, at bólkurin Tandberg & Østeby rýkur úr X Factor í kvøld.
- Tær báðar ungu kvinnurnar mundu farið út seinast, og vit rokna við, at hyggjararnir hava fingið nóg mikið av teirra heldur keðiliga stíli, og tí rúka tær í kvøld, sigur Jan Trier frá Danske Spil við Ekstrablaðið.
X Factor er á skránni hjá DR1 í kvøld kl. 19.00. 20 minuttir seinni sendir SvF kappingina forskotið.