Eigararnir av náttklubbanum Le Constellation eru ávirkaðir av deyðiligu eldinum og fara at gera alt teir kunnu fyri at fáa greiðu á orsøkunum til eldin.
Tað sigur 49 ára gamli Jacques Moretti, sum rekur náttklubban saman við konu síni, 40 ára gomlu Jessicu Moretti.
– Vit fáa hvørki sovið ella etið. Vit eru øll sera ávirkað, sigur Jacques Moretti við sveisiska blaðið 20 Minuten.
Sambært italska blaðnum Il Sole 24 Ore var Jessica Moretti til arbeiðis, tá eldurin kyknaði. Sambært tíðindastovuni NRK arbeiddi hon hjá Le Constellation.
Sambært altjóða miðlum var Jacques Moretti á einum av hinum skeinkistøðunum hjá parinum, tá eldurin kom í.
Jessicu Moretti brendi seg í armin, men annars eru hon og maður hennara óskadd eftir eldsbrunan, sum higartil hevur kravt stívliga 40 fólkum lívið.
Yvir 100 fólk eru særd, harav fleiri eru í lívsvanda.
– Vit vilja gera alt vit kunnu fyri at fáa greiðu á, hvat hendi. Vit gera alt, sum stendur í okkara makt, segði Jacques Moretti fríggjakvøldið við 20 Minuten.
Hjúnini samstarva við løgregluna, og advokatar teirra eru við, sigur Moretti í samrøðuni.
Hann gjørdi eisini samrøðu við sveisiska dagblaðið Tribune de Genève.
Her segði hann, at barrin hevur verið kannað tríggjar ferðir í tíggju ár, og at øll trygdartiltøk vóru hildin.
Kanningin vísir, at okkurt slag av glitrandi ljósi ella stjørnukastarum, sum vóru sett á sjampanjufløskur, vóru orsøkin til eldsbrunan.
Kanningarfólk kanna tó fleiri hypotesur, og einki er útilokað, sigur Beatrice Pilloud, sum stendur á odda fyri kanningini av eldinum.
Í víðari kanningini verður eisini kannað fyrrverandi umvælingar av barrini, tilfarið, sum er nýtt og eldsløkkingarskipan og rýmingarleiðir.
Serliga segði Pilloud, at kanningarfólk fara at kanna eitt ljóðdoyvandi tilfar, sum sigst hava verið í loftinum í kjallaranum, har eldurin verður hildin at vera byrjaður.
Eisini verður kannað, hvussu nógvir gestir vóru í barrini, tá eldurin byrjaði.
/Ritzau/











