Svenski brotsmaðurin farin av landinum

Í dag fer eftirlýsti svenski maðurin, sum varð handtikin í síðstu viku, av landinum

Føroyska løgreglan fer í dag av landinum við einum svia, sum í síðstu viku varð handtikin í Føroyum eftir boðum frá svensku løgregluni. Maðurin er skuldsettur fyri at hava framt ávlarsligan persónskriminalitet í Svøríki, sum hann kann fáa upp í sjey ára fongsul fyri.

Hann var í Føroyum og vitjaði onkran, hann kendi, og ætlaði at fáa sær arbeiði her. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini var tað kanska fyri at fjala seg fyri svensku løgregluni.

Og tað er júst svenska løgreglan, sum hevur biðið um at fáa mannin handtiknan og útflýggjaðan. Hann varð tí í síðstu viku varðhaldsfongslaður í sjey dagar, til málið er avgreitt í skipanini. Og tað er tað nú. Tí fara føroysk løgreglufólk av landinu við manninum, sum verður latin svensku løgregluni á flogvøllinum í Kastrup.