Sverri Nielsen luttekur í hesum døgum í HM í rógving í Frankaríki. Í morgun vóru hálvfinalurnar á skránni og Sverri róði í í geil 1 í fyrri hálvfinaluni.
Sigast kann ikki annað, enn at kappingin í morgun varð ov hørð. Sverri lá nummar 5 longu eftir 500 metrar og tá komið var á 1000-metra markið lá hann aftast. Frástøðan til hinar fimm bátarnar øktist alla tíðina, og á mál var Sverri Nielsen 12, 38 sekund aftan fyri vinnararn, 9,53 aftan fyri triðja plássið, sum hevði givið honum eitt pláss í finalunin, og 2,21 sekund aftan fyri mannin á næst aftasta plássið.
Sverri hevur nú ein møguleika eftir í hesum umfarinum at vinna sær eitt pláss í OL í Rio í 2016.
Sunnumorgunin klokkan 11.40 skal hann rógva í B-finaluni, og um hann megnar at enda millum tríggjar teir fremstu, kann hann byrja at bíleggja sær pláss á gistingarhúsi og ferðaseðil til Rio í 2016.