Hetta vikuskiftið hevur Køge Open 2018 verið í svimjihallunum í Køge og Herfølge. Einir 40 ungir svimjarar úr Ægir, Havnar Svimjifelag og svimjifelagnum Reysta, hava kappast móti serliga dønum og svium hesar fimm stevnupartarnar, skrivar svimjing.com.
Les eisini: Enn fleiri heiðursmerki
Nú sunnudag avgreiddu tey síðstu kappingar á Køge Open, har føroyingar aftur gjørdu vart við seg, bæði í Køge og Herfølge. Tilsamans hava tey vunnið eini seks gull, seks silvur og átta bronsur í alt.
Her er eitt yvirlit fyri nøkur úrslit í dag.
Sunnumorgun í Køge
- Í 200 blandað vann Kristina í Skála úr HS gull í aldursbólkinum 13-14 ár, við tíðini 2:32.50
Sunnumorgun í Herfølge
- Í 25 rygg vann Líggjas Joensen úr Reysta gull í aldursbólkinum 11 ár og yngri, við tíðini 19.70
- Í 25 bringu vunnu Jógvan í Skála úr HS og Líggjas Joensen úr Reysta silvur og bronsu í bólkinum 11 ár og yngri, og Heini M. Askham úr Ægir bronsu í bólkinum 12-13 ár
Sunnudag í Køge
- Í 50 frí vann Jonna Joensen úr Ægir silvur í aldursbólkinum 13-14 ár, við tíðini 28.93
- Í 100 firvald vann Kristina í Skála úr HS gull í aldursbólkinum 13-14 ár, við tíðini 1:09.01