Tíðindaskriv:
Voxbotn hevur enn einaferð tryggjað sær eitt av teimum størstu føroysku nøvnunum á pallin. Tað er nú greitt, at føroyski rappbólkurin Swangah verður at hoyra í Vágsbotni 27. juni 2026.
Swangah verður av mongum mett at vera fyrsti veruligi rappbólkurin í Føroyum og hevur í nógv ár verið ein av teimum mest týðandi og vælumtóktu røddunum innan føroyskan hiphop. Bólkurin, sum hevur røtur í Svanga í Havn, hevur síðani byrjanina sett sítt sermerkta fingramerki á føroyska tónleikapallin við sínum beinraknu tekstum, sterku boðskapum og orkumiklu framførslum.
Síðani debutútgávuna Belials Synir í 2011 hevur Swangah vunnið fleiri heiðrar, m.a. sum Ársins Bólkur og Ársins Nýggi Bólkur, og bólkurin hevur eisini fingið heiðurin sum besta live-navn á føroyska tónleikapallinum.
– Swangah er ein bólkur, sum hevur verið við til at forma føroyskan rapp og hiphop. Teir hava altíð verið eitt serligt navn á føroyska tónleikapallinum, og tí eru vit sera fegin um at kunna bjóða teimum aftur á Voxbotn, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari.
Við løgum sum Øll í mínum sikti, Kalla tað Swangah,Áðrenn vit flagga og fleiri øðrum hevur bólkurin bygt ein trúgvan fylgjaraskara, og tað er eingin ivi um, at nógv fara at gleða seg til at uppliva Swangah á stóra Voxbotn-pallinum.
Voxbotn verður hildið í Vágsbotni í Havn leygardagin 27. juni 2026, har fleiri túsund gestir væntast til ársins størsta tónleikatiltak í Føroyum.
##med2##
Swangah er klárt til Voxbotn 2026 – eru tit?












