Ahmed Davy Sylla og Páll Klettskarð skutu hvør sítt mál, tá FC Amager í venjingardysti vann 5-0 á Kastrup. Kastrup spælir í Danmarkarrøðini, og sambært heimasíðuni hjá FC Amager var styrkismunurin á liðunum stórur.
Sylla var í álopinum frá byrjan, og hann skoraði til 2-0 tíðliga í dystinum. Eftir steðgin kom Erling Jacobsen inn á bakkplássið og Páll Klettskarð kom í álopið, og teir báðir gjørdu góða reklamu fyri sær sjálvum. Páll kom enntá á máltalvuna, tá hann einsamallur við mávlerjanum økti til 5-0 fimm minuttir undan leikloki.