Skalt tú á verkstað við bili tínum noyðist tú at leita tær langt, langt niðan í bygdini, heilt niðan á Innandalsveg nr. 19.
Ovast í bygdini liggur bilverkstaðið Auto Gloss, her til ber at fáa gjørdar allar umvælingar og annað slíkt arbeiði við einum bili.
Hóast mong munnu halda, at verkstaðið liggur langt frá alfaravegi, so eru tað kortini mong sum gera brúk av tí. Næsta verkstað liggur í roynd og veru á Kambsdali.
- Vit skulu ikki klaga. Vit hava nóg mikið at gera, sigur verkstaðarleiðarin, Sheila.
Pappírsarbeiði
Í góðveðrinum týsdagin vóru tey sjálvandi til arbeiðis her á verkstaðnum, ovarlaga í býnum.
Vanliga hava tey nóg mikið at gera, men henda dagin var kortini ikki so nógv at gera. Orsøkin til hetta var hin einfalda: Verkstaðið fer í summarfrí, tá henda vikan er at enda komin.
- Nú royna vit at fáa øll arbeiðini frá hond áðrenn vikuskiftið, sigur Sheila.
Inni á verkstaðnum stendur ein bilur sum fær sínar umvælingar gjørdar. Uttanfyri stendur ein lítil lastbilur, sum skal skifta ein skerm út og í túninum stendur ein triði bilur.
Hann treingir til eina kerliga hond, og henni stendur Sheila fyri í dag: Hesin svarti bilurin treingir til eitt vask, og vit fáa høvið at skifta orð við hana undir hesum arbeiðinum.
Sum verkstaðarleiðari hevur Sheila ein hóp av uppgávum at taka sær av hvønn einasta dag.
Ein av uppgávum hennara er sjálvandi at taka ímóti bíleggingum og ordrum hjá viðskiftafólkunum. Annars er talan um at skipa arbeiðið og taka sær av øllum pappírsarbeiðinum.
- Men tann týdningarmesta uppgávan er kortini at tosa við kundarnar, sigur Sheila.
Ikki bert mannfólkaarbeiði
Sheila fór av álvara inn í tað, sum mong skíra fyri eina mannfólkaverð, tá byrjaði at læra til maskinsmið.
Hon varð útlærd sum slíkur í 2002 og árið eftir sum maskinist. Hetta hevur hon sjálvandi hoyrt okkurt smávegis um.
- Eg haldi tó, at tað serliga vóru teir eldru sum tá hugsaðu um tað at hava ein kvinnuligan starvsfelaga. Men teir ungu søgdu tað bara vera OK.
- Men tað var beinanvegin at teir eldru vandu seg við hetta, og tí var tað eingin trupulleiki av tí, sigur Sheila.
Ella sum hon so beinrakið sigur tað: - Tað er heldur ikki neyðugt at hetta arbeiði bara skal vera fyri mannfólk!
Hon hevur ikki arbeitt sum maskinistur síðani hon var liðug, men hevur verið knýtt at bilverkstaðnum Auto Gloss, sum í roynd og veru er ein familjufyritøka.
- Nú eri eg her, og so fær ein síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða.
- Her er í øllum førum gott at vera. Og tað verður tí helst hetta, eg komi at gera í framtíðini, sigur Sheila.