Ótíðarhóskandi matvørulóg

Upplýsingar um føðslubýti ella tilsetingarevni á eini føroyskari matvørulýsing er ikki nakað, brúkarin kann taka sum eina sjálvfylgja. Tað er ein sjálvboðin tænasta, summir framleiðarar eru so beinasamir at veita brúkarnum

Keypir tú ein pakka av Lættimjólk, stendur millum annað at lesa á honum, at í 100 ml av mjólk eru 0,5 g av fiti. Leitar tú eftir innihaldinum av kolvætu, finnur tú eisini tað, umfram protein- og kaloriuinnihald. Og á eini kjøtpylsu standa í onkrum førum nøkur E-nummur at lesa. Hentir upplýsingar fyri tey flestu og alneyðugir fyri summi, men teir eru als ikki ein sjálvfylgja. Føroyska kunngerðin um at merkja liðugt pakkaðar matvørur ásetur nevniliga ongi krøv til upplýsingar um hvørki tilsetingarevni ella føðslu- og orkubýti í matinum

Sjálvboðin upplýsing
Hesir upplýsingar eru ein sjálvboðin tænasta, summir føroyskir framleiðarar eru so beinasamir at geva brúkarnum. Um ein framleiðari vil, kann hann, í morgin um tað skal vera, taka allar hesar upplýsingar av pakkanum, uttan at bróta nakra lóg.
Í Kunngerðini um merking av matvørum er tað nevniliga í stóran mun er upp til framleiðaran ella sølumannin at gera av, hvat hann upplýsir brúkaran um á vørulýsingini. Hevur hann sagt honum, hvussu vøran eitur, hvussu nógv hon vigar, hvussu leingi hon heldur sær og hvat tilfar er brúkt, hevur hann í allarflestu førum gjørt sína skyldu. Orð sum orkubýti og føðsluvirði eru als ikki nevnd, meðan tilsetingarevni stutt sagt ikki eru umfatað av kunngerðini.
Hví mynduleikarnir ikki meta tað vera neyðugt at upplýsa brúkaran um, hvørji tilsetingarevni eru í matinum vit eta, er ilt at gita. Vit kunnu bara leggja afturat, at í Føroyum hava vit heldur ongan positivlista yvir tilsetingarevni - also onki yvirlit yvir, hvørji evni tað er loyvt at koyra í matvørur. At Heilsufrøðiliga Starvsstovan so velur at lena seg upp at tí danska yvirlitinum er jú gott, men eitt føroyskt yvirlit við kravi um, at tað verður brúkt, hava vit framvegis ikki.

Ótíðarhóskandi
Bæði landsstýrismaðurin í heilsumálum, landsdjóralæknin og onnur fakfólk innan økið eru samd um, at galdandi lóggáva á mavøruøkinum er ótíðarhóskandi og als ikki livir upp til krøvini hjá modernaðum brúkarum. Kortini tykist tað vera óvanliga drúgført at fáa matvørulógina dagførda. Galdandi lóg stavar nevniliga frá 1985, og hóast onkrar kunngerðir erum komnar seinni, líkist lóggávan i nógvum førum mest einum arbeiðssetningi, sum ongantíð er vorðin liðugur, sum formaðurin í Brúkarasamtakinum hevur málborðið seg.
Frá Bjørn Harlou á veterinærdeildini í Vinnumálaráðnum frætta vit, at ein dagføring av lógini er í umbúna, men at arbeiðið enn bert á fyrireikandi stigi. Nær brúkarin kann vænta at síggja nakra broyting á føroysku vørulýsingunum, tá hann fer til handils, er sostatt ilt at siga. Fyribils mugu vit tískil bara taka til takka við eini kunngerð um merking av matvørum, sum í besta føri tryggjar, at vit ikki verða beinleiðis villleidd, men í ringasta ikki ávarar okkum móti tilsetingarevnum, vit møguliga ikki tola.