Tíðindabræv frá Brúkarasamtakinum

Tíðindaskriv

Mikukvøldið hin 30. oktober 2002 var stovnandi aðalfundur hjá Brúkarasamtakinum, felag fyri brúkarar í Føroyum.
Orsøkin til hetta tiltak var, at rættindi brúkarans í Føroyum ikki eru nóg væl vard, lutvís tí at myndugleikar í ov lítlan mun tykjast at hava brúkaraviðurskifti í huga.
Mett var tí neyðugt, at brúkararnir í Føroyum sjálvir taka seg saman í felagsskap við tí endamáli at bøta um viðurskiftini.
Ætlanin við samtakinum er fyrst og fremst at virka fyri almennum brúkarapolitikki við dagførdari lóggávu í Føroyum, umframt at gera vart við brúkarasjónarmið í dagliga orðaskiftinum.
Eisini er ynski, at Brúkarasamtakið á ein positivan hátt verður málgagn fyri brúkaraáhugamálum, tá ið hesi skulu berast fram í konstruktivum kjaki við politisku myndugleikarnar.
Á stovnandi aðalfundinum vóru viðtøkur brúkarasamtaksins samtyktar og vóru fimm nevndarlimir valdir. Hesir vóru Ingun Simonsen, Hans Pauli Strøm, Gunnleivur Dalsgarð, Høgni Debes Joensen og Kristina Samuelsen. Sum varalimur vóru vald Kate Sanderson og Edvin Joensen.
Nevndina hevur skipað seg við Ingun Simonsen sum forkvinnu, Hans Paula Strøm sum skrivara og Gunnleivi Dalsgarð sum kassameistara.
At enda skal verða nevnt, at talan er um sjálvbodnan felagsskap, at arbeiðið sum nevndarlimur er ólønt, og at virksemi ikki fevnir um persóns- ella einstaklingamál.
Longu á stovningarfundinum vóru einir 30 einstaklingar og 5 av teim størstu fakfeløgunum, ið teknaðu seg sum lim í Brúkarasamtakinum.
Limagjaldið er sett til 100 kr. um árið - tað sama bæði fyri einstaklingar og feløg.
Tað fer sjálvandi at styrkja virkið hjá samtakinum almikið, at so nógvir einstaklingar, feløg og stovnar sum møguligt eru við í felagnum, og verður tí heitt á hesi um at tekna seg sum limir.
Limir kunnu tekna seg á hesi adressu:
Brúkarasamtakið,
Postsmoga 165,
110 Tórshavn,

ella við at venda sær til ein av nevndarlimunum:

Ingunn Simonsen, tlf 317782/211696,
t-postur: ingun@post.olivant.fo
Hans Pauli Strøm, tlf 424044/221919,
t-postur: hps@kallnet.fo
Gunnleivur Dalsgarð, tlf 314868/311210,
t-postur: gunnleiv@starvsmf.fo
Høgni Debes Joensen, tlf 311832, t-postur: foe@foe.eli.dk
Kristina Samuelsen, tlf 311883/211883,
t-postur: kris@logting.fo

Samtakið er óheft av øllum partapolitikki, eins og tað er óheft av fíggjarligum ella øðrum seráhugamálum, men harafturímóti sum eitt aðalmál hevur eitt gott samstarv við feløg, politikkarar og stovnar. Hóast sjónarmið kunnu verða ymisk, so ynskir samtakið at skifta orð um slík í einum góðum anda.