Samrøða millum flogskipara, hereftir nevndur F, og stýrimann, hereftir nevndur S, á einum Boeing 747 sum er á veg avstað frá eini floghavn í Evropa, men fær boð frá torninum at steðga á taxibreytini eina løtu, tí at onnur flogfør eru við at lenda. Fyrsta flogfarið lendir, og fer fram við gronini á stóra flogfarinum, teir sita og skoða hetta, tosa um snið og litir, vanligt túnatos. Teir fáa at vita at trý flogfør koma afturat. Knappliga síggja teir okkurt fara strúkandi framvið, sum nóg illa røkkur so mikið upp, at til ber at síggja at talan er um eitt flogfar.
S: Hvat ólukkan var hatta, hasar havi eg ikki sæð fyrr?
F: Á hatta, hattar er eitt flogfar úr Føroyum, Arctic, Atlantic ella okkurt sovorið.
S: Jamen, hava teir verið her fyrr?
F: Nei, men teir liggja og fisa runt millum lendingarhjólini hjá teimum ordiligu feløgunum ymsastaðni í tí stóru verð, tí teir vilja so ógvuliga fegnir teljast millum teir stóru.
S: So, ber tað til?, kappingin er jú nokk so hørð, og við hasum gomlu maskinunum, sum eru dýrar í rakstri, kann tað ikki verða lætt at fáa endarnar at møtast til slíkar ferðir.
F: Jú, teir hava eina ”fasta” rutu millum Føroyar og Danmark sum teir mjólka.
S: Ja, men hvussu gera teir so, tá ið teir fáa bíleggingar til hesar chartertúrarnar?
F: So broyta teir bara vanligu ferðaætlanina millum FO og DK, ella leggja túrar burtur ímillum.
S: Jú men, kundarnir góðtaka sjálvandi ikki tað.
F: Kundarnir hava einki annað væl, har er onki annað felag á rutuni.
S: OK, so seta teir bara prísin nóg høgan á rutuni millum FO og DK
F: Ja, Men í Føroyum lýsa teir ofta við bíligum túrum.
S: Tað hevði eg ikki tímað um eg var einsamallur á eini rutu.
F: Nei, sjálvandi ikki, men hetta gera teir fyri at føroyingarnir skula halda, at tað finnast bíligar ferðir, og at onnur feløg skula halda seg burtur. Tað ber sjálvandi ikki til at keypa ein bíligan ferðaseðil, um ein fer inn á netbókingina, er alt bíligt sjálvandi uppselt eitt ár fram.
S: Jamen hvat sigur eigarin av felagnum til tað.
F: Landið eigur felagið, teir halda væl til standa, og hava enntá givið felagnum herðaklapp fyri at flúgva so nógvastaðni, hvar aðrir ikki fáa endarnar at møtast. At orkan á føroyarutuni ikki er nøktandi, taka teir ikki so tungt ella vita teir ikki. Teir eru tryggjaðir pláss, so at teir ikki skula blanda seg í raksturin.
S: Hvar liggja Føroyar annars, eru tær ikki onkustaðni langt úi í Atlantshavinum, eg meini, er hatta flogfarið egnað at flúgva so langt?
F: Ikki altíð, men so millumlenda teir bara í Stavanger á vegnum fyri at hava nokk av brennievni um líkindi ikki skuldi verið at lent í Føroyum.
S: Á, nú minnist eg hvar eg havi hoyrt um Føroyar, har er okkurt við eini visjón um at tað skal verða heimsins besta land at búgva í í 2015 ella so.
F: Ja tað passar, og tað er at vóna fyri føroyingar at hetta verður veruleiki, tí teir fara nokk at aftra seg við at fara av landinum at ferðast ella til arbeiðis, tá tað er so ósikkurt nær ella um ein sleppur heim aftur. Arbeiðsgevarar aðrastaðni eru farnir at gera vart við, at føroyingarnir eru við at blíva ov dýrir at hava í arbeiði, av tí at teir ov ofta standa á bíðilista, bæði út og heim.
S: Hattar ljóðar sum ein rættilig røvarasøga, hatta kann ikki bera til
F: Jú, so galið er tað, sjálvt um føroya fólk hevur tikið sera væl ímóti flogfelagnum og stuðla tí, so leggur leiðslan onki í tað, men fóðra tey bara við onkrum tvætli, sum um tey eru heiladeyð og ikki duga at hugsa sjálvi, og so koyra teir víðari.
S: Hattar ljóðar rættiliga óhugnaligt, at tað ber til at fara so við kundunum.
F: Ja, sjálvt un ferðafólkatalið veksur støðugt, so minkar túratalið. Fyri at blíðka tey sum hava staðið á bíðilista í Keypmannahavn, ella ikki sleppa heim sama kvøld tey koma til Føroya, tí tann einasti túrurin tann dagin er so seint, so verður bara skonkt dúgliga umborð. Tað sær út til at virka í flestu førum.
S: Ja summi feløg hava tað strævi, og mugu veruliga hugsa um, hvat kundin vil hava, meðan onnur bara kunna siga við kundan at hettar er tað vit hava. Passar tað ikki tær, er tað bara keðiligt.
F: Ja, ójavnt er. Ná, men tornið sigur at nú er klárt at fara.
Stóra flogfarið koyrir út á flogbreytina, setur ferð á, fer upp frá vøllinum, hjólini verða tikin inn. Á veg upp gjøgnum skýggini sita tveir menn frammi í stýrhúsinum og droyma um, hvussu gott tað kundi verið at flogið upp á Føroyar og rætt og slætt passað sær dagin sum einum lysti, alt eftir um heystfjøllini skula gangast ella havhestaungarnir eru fyri, og ikki verið noyddir at tilpassa seg eftir krøvum frá nøkrum ónøgdum kundum, tí hvat kunna kundarnir gera tá tað bara er eitt felag?
TAKE IT OR LEAVE IT.
Stuttsøga eftir
Jón Næs
Jan B. Olsen
Regin Joensen
ið vóru so hepnir, at teir ikki vórðu settir á bíðilistan til einasta flogfari úr Keypmannahavn til Føroya, seint leygardagin 17-03-2007