Tórbjørn Jacobsen: Kann skjótt blíva meiningsleyst

Næstformaðurin í Tjóðveldinum hevur ringar vónir um eina framtíð við Sambandsflokkinum ella Fólkaflokkinum við í samgonguni. Hann mælir enn einaferð til at royna at fáa Sjálvstýrisflokkin sum fastan part í samgonguni

- Tað kann skjótt blíva meiningsleyst hjá Tjóðveldinum at halda fram í samgonguni.

Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldinum.

Hann hevur ringar vónir til ætlanina hjá løgmanni at fáa antin Sambandsflokkin, ella Fólkaflokkin upp í samgonguna afturat fyri at styrkja politisku støðuna.

Tórbjørn Jacobsen hevur áður sagt fyri Sosalinum, at honum dámar CHE samgonguna ótrúliga væl, tí hann heldur, at hetta er einasta samgonga, sum er før fyri at loysa grundleggjandi trupulleikarnar í fiskivinnuni, eitt nú við at skipa ein fiskidagabanka, men eisini á eftirlønarøkinum og á skattapolitiska økinum

Hann hevur eisini sagt, at eftir hansara tykki er ongin loysn at fáa Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin upp í samgonguna, tí eftir hansara tykki verður tað ómøguligt at fremja neyðugu broytingarnar saman við teimum.

Og hesa áskoðan hevur hann framvegis og tí hevur hann lítlar vónir um ætlanina hjá løgmanni at fáa Sambandsflokkin ella Fólkaflokkin upp í samgonguna.

- Fáa vit Fólkaflokkin upp í, er ovurhonds stórur vandi fyri, at vit missa allan vinnupolitikkin hjá samgonguni á gólvið og ikki fáa tikið tey stigini, sum bæði vit í Tjóðveldinum og Javnaðarflokkurin eru samd um, eru lívsneyðug. Fólkaflokkurin hevur jú boðað frá, at skal hann upp í samgonguna, skal tað vera fyri at føra fólkaflokspolitikk.

- Fáa vit hinvegin Sambandsflokkin upp í samgonguna, er ovurhonds stórur vandi fyri, at vit missa allan tjóðskaparliga profilin á gólvið og so skal Tjóðveldið sita í eini samgongu og umsita danska heimastýrið.

Næstformaðurin í Tjóðveldinum sigur, at tí er tað so ógvuliga skjótt at tað kann gerast púra meiningsleyst hjá Tjóðveldinum at halda fram í samgonguni.

- Í øllum førum verður talan um sera tórførar og ógvuliga drúgvar samráðingar og tíð hava vit ikki nógv av, tí longu um fimm vikur skal uppskot um fíggjarlóg fyri 2009 leggjast fyri Løgtingið.

- Sjálvandi veldst um, hvat samráðingarnar enda við, men í øllum førum síggi eg svart upp á vónirnar at fáa eitt betri samgonguskjal, enn vit hava nú.


Skeivt at kasta frá sær

Hinvegin heldur Tórbjørn Jacobsen eisini, at tað órímiligt at Tjóðveldið skal tveita stjórnarvaldið frá sær fyri tað um ein tinglimur floksins skjýtir ímóti samgonguni og floksfeløgunum, soleiðis sum Heini O. Heinesen gjørdi í málinum um fiskidagarnar.

Tí er hann framvegis av teirri áskoðan, at besta loysnin er at fáa Sjálvstýrisflokkin sum fullgyldugan lim í samgonguni, so at hann eisini fær umboð í landsstýrið og at vit fáa eitt nýtt samgonguskjal.

Hann metir, at tað kundi verið ein samráðing, sum kundi fingist skjótt frá hondini, tí partarnir eru longu í samstarvi.

- Ein samráðing við Sjálvstýrisflokkin hevði uttan iva verið tann støðan, har vit høvdu sloppið við teimum minstu broytingunum samgonguskjalinum og tað kundi tryggja politiskan arbeiðsfrið og støðufesti.

- Og tí er púra vist, at greiða má fáast á politisku støðuni heilt skjótt, leggur hann afturat.

Les meiri á síðu 2.



MYND AV TOBBA

Tórbjørn Jacobsen sær svart upp á at fáa Sambandslokkin ella Fólkaflokkin upp í samgonguna. Hann mælir enn einaferð til at gera Sjálvstýrisflokkin til fastan lim í samgonguni við egnum umboði í Landsstýrinum