Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Símun Joensen. Og klaksvíkingurin í Havn hevur upplivað mangt og hvat á vøllin, bæði við KÍ og B36. Hann hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í KÍ og Klaksvík, men hevur vunnið tvey FM í fremstu deildini við B36. Gentur í FSF Varpinum hesaferð er Símun Joensen, sum í dag er høvuðsungdómsvenjari hjá árstalsfelagnum í Havn.
Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Símun Joensen hevur roynt mangt og hvat á vøllinum, bæði við KÍ og B36. Serliga ein hending hevur fest seg, tá Símun og hinir í KÍ syrgdu fyri, at HB gjørdist FM-vinnari í 2006, og samstundis yvirhálaði KÍ sum mest vinnandi felag í Føroyum.
- Vit spældu á Mølini á Eiði, og fyri EB/Streym var javnleikur nóg mikið. Men vit vunnu 1-0, og tað var ringur hýrur á viðhaldsfólkunum í sundalagnum. Ein kvinna slóg meg í ryggin og spurdi, um eg visti hvat teir høvdu gjørt. Hon var ill, kedd og skuffað, og eg tók synd í henni, men vit spældu sjálvandi fyri at vinna, sigur Símun Joensen flennandi.
Síðani 2000 hevur Símun Joensen spælt 222 dystir í fremstu deildini hjá monnum, og skorað 25 mál. Bestá árið hjá Símuni mundi vera í 2011, tá hann gjørdi 8 mál fyri B36, sum hetta árið eisini vann føroyameistaraheitið.
- Onkur fortaldi mær, at eg var mest skoraði vinstribakkur í heiminum í 2011. Tað haldi eg meg til, sigur Símun Joensen.
21.umfar í landskappingini:
Sunnudagin:
B36-EB/Streymur (15.00) Rás2 sigur frá dystinum
Víkingur-07 Vestur (15.00) Rás2 sigur frá dystinum
NSÍ-Skála (15.00)
KÍ-ÍF (15.00)
HB-TB/FCS/Royn (17.45) Rás2 sigur frá dystinum