Tú viðger ikki fólk líka við at viðgera tey eins

Turið Debes Hentze

Mannarættindasáttmálin
Mannarættindasáttmálin, sum løgtingið hevur bundið seg til, áleggur politiska myndugleikanum at tryggja øllum borgarum landsins somu rættindi og at ansa eftir, at ikki summi vera hildin uttanfyri ella fáa bert avmarkaði rættindi.
Mannarættindasáttmálin er antidiskriminatiónslóggáva, sum umframt at siga, at øll eiga somu rættindi, eisini minnir á, at minnilutabólkarnar í samfelagnum skulu hava somu rættindi. Hesir mugu ikki gloymast. Og nevndir vera bólkar við eyðkennum um húðalit, religión, trúgv, kyn ella politisk sannføring.
Mannarættindasáttmálin leggur upp til, at nágreinilig national lóggáva verður gjørd samsvarandi hesum, tá tørvur er á hesum. Javstøðulógin er dømi um antidiskriminatiónslóggávu. Somuleiðis er reglan í revsulógini § 266 b dømi um slíka antidriskiminatiónslóggávu, tí hon nevnir ávísar minnilutabólkar sum krevja serliga verju  júst tí teir eru minnilutar í einum samfelag. Og tað er í hesi grein at tey samkyndu eisini eiga at vera nevnd:

 § 266 b. HYPERLINK "http://www.logir.fo/foldb/lbk/1939/0000215.htm" l "SNiBUND34#SNiBUND34" 34) Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse eller tro, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år.


Eru øll líka fyri lógini?
Í einum demokratiskum samfelag hevur reglan um, at øll skulu hava somu rættindi kanska minni praktiskan týdning. Ósemja tykist ikki vera um, at øll skulu vera líka fyri lógini uttan at tó nærri verður komið inn á, hvat liggur í hesum ofta popput brúkta útsagni. Vit eru jú ikki ein homogenur bólkur, og ofta vera serlig atlit tikin til ymiskar samfelagsbólkar. Nógvar serlógir eru gjørdar júst við hesum grundgevingum.
Hin reglan í mannarættindasáttmálanum, sum leggur áherðslu á at minnast til minnilutabólkarnar í lóggávuarbeiðinum, hevur hinvegin stóran týdning eisini í okkara demokratiskum samfelag, har meirilutin jú ræður. Meirilutin hugsar ofta mest ella hvussu er fyrst um seg sjálvan og hevur lyndi at gloyma minnilutarnar og tiga teir burtur  um teir loyva tí!

Antidiskriminatiónslóggáva skal tryggja javstøðu
Tá mannarættindasáttmálin áleggur okkum at gera lógirnar so, at minnilutabólkar fáa tryggjað rættindi teirra á jøvnum føti við meirilutan, so tosa vit ikki um at gera serlógir, sum skulu tryggja teimum samkyndu serlig rættindi framum onnur. Vit tosa um at gera reglur, sum skulu styrkja støðuna hjá minnilutunum so, at hesi fáa møguleikar at virka undir somu treytum sum onnur í samfelagnum. Tað veri seg í privatlívi, á arbeiðsmarknaðinum ella í tí almenna lívinum.
Á revsirættarliga økinum, skal serreglan um samkynd, tryggja, at ein ikki órevsað kann happa ein samkyndan júst tí at hann ella hon er samkynd  eins og galdandi er fyri happing vegna eitt nú húðalit.
Tey samkyndu fáa ikki betri sømdir enn meirilutin við hesi lóggávu, men tey fáa eina verju sum tey heteroseksuellu ikki hava fyri neyðini. Tey samkyndu vera happað fyri sín seksualitet, júst tí tey eru ein veikari minniluti í samfelagnum. Meirilutin, also tey heteroseksuellu, hava ikki verju mót seksuellari happing fyri neyðini, tí meirilutin verður ikki happaður orsakað av sínum seksualiteti  júst tí hann er ein meiriluti.

Diskriminatión
Diskriminatión merkir at gera mun á fólki, positivt ella negativt. Alt tos um neyðuga og serliga trygd til minnilutabólkar, krevur sjálvsagt eina viðurkenning av, at øll eru ikki líka fyri lógini, at minnilutabólkar finnast, at tað er nakað sum eitur diskriminatión, og at diskriminatión er eitt vanligt fyribrigdi millum fólk og bólkar  ofta grundað á ymisk generel eyðkenni. Politikkarin sum ikki viðurkennir, at diskriminatión eksisterar og kennir ábyrgd á økinum, er eftir mínum tykki ikki uppgávu sína vaksin. Uppgávan er at røkja áhugamálini hjá øllum borgarum og lurta eftir hvat rørir seg í samfelagnum eisini á minnilutaøkjum.

Religión ella rættartrygd
Tað er rættiliga undrunarvert, at tað skal bera fólkavaldum politikkarum til við góðum smakki í munninum, kanska við religiøsum grundgevingum, at nokta at veita teimum samkyndu revsirættarligu verju á sama hátt sum øðrum minnilutabólkum. Og hetta samstundis sum vit í hesum døgum eru vitni til eyðmýkjandi leiklutin júst hesum bólki er við sýnda illviljanum. Eitt paradoks í sjálvum sær.
Er uppgávan ikki at veita borgarunum í landinum tað rættartrygd teimum tørvar. Eg dugi ikki at síggja, at hetta yvirhøvur hevur nakað við religiøsa sannføring at gera.
Tú viðger ikki fólk líka við at viðgera tey eins.