Tað er stórt trýst á KÍ og NSÍ

KÍ og NSÍ hittast í Klaksvík týskvøldið, og næstu 13 dagarnar eru fýra dystir á skránni

Í gjárkvøldið avgjørdi FSF, at steypadysturin millum KÍ og NSÍ verður spældur týskvøldið. Talan er um dystin, sum var ásettur at vera í gjár, men sum dómarin avlýsti, tí vestara málið á vøllinum í Klaksvík ikki er soleiðis, sum tað eigur at vera.

NSÍ kærdi í gjár við kravi um, at KÍ varð dømt at tapa dystin og harvið, at NSÍ skuldi halda fram í kappingini. Í gjárkvøldið boðaði FSF feløgunum frá, at avgerð var tikin um, at NSÍ skal til Klaksvíkar týskvøldið klokkan 19.

Skráin hjá øllum feløgunum í bestu deildini er serliga krevjandi næstu vikurnar, og hjá KÍ og NSÍ ber útsetti dysturin við sær, at tað er uppaftur størri trýst á hesum feløgunum.

Í morgin er 20. apríl, og fram til sunnudagin 2. mai skulu KÍ og NSÍ í 13 dagar fýra ferðir á vøllin. Týskvøldið snýr tað seg í innanhýsis uppgerð at avgera, hvat av liðunum skal halda fram í steypakappingini og sunnudagin 30. mai spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið. Hvørjum vinnarin í annaðkvøld skal spæla ímóti fæst at vita í kvøld, tá ið tað verður lutakast í 3 – 2 sendingini í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Og so verður spælt í landskappingini. Sunnudagin 25. apríl, flaggdagin, verður 7. umfar, mikudagin 28. apríl verður 4. umfar, sum upprunaliga var sett at vera 2. páskadag, og 2. mai verður 8. umfar.

Tá ið tað er so stutt millum stóru avbjóðingarnar, kemur tað væl við at hava nógvar spælarar at velja ímillum. Hjá venjarunum ræður um at leggja soleiðis til rættis, at tað fæst sum mest burtur úr øllum spælarunum.

At teir í KÍ og NSÍ leggja nógv fyri í royndini at vinna seg víðari í steypakappingini sást á dómaraseðlinum í gjár. Tað man vera rættiliga sannlíkt, at liðini týskvøldið fara at vera í umleið somu uppstilling, sum ætlanin var, at tey skuldu vera í gjár:

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak - Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð 

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft – Mikkel Jakobsen, Tróndur Jensen, Betuel Hansen, Jacob Trenskov – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Dystarskráin hjá KÍ og NSÍ næstu 13 dagarnar

Týsdagin 20. apríl

KÍ – NSÍ

Sunnudagin 25. apríl

ÍF – KÍ

B68 – NSÍ

Mikudagin 28. apríl

NSÍ – Víkingur

KÍ – HB

Sunnudagin 2. mai

NSÍ – TB

07 Vestur – KÍ