UEFA-Cup
Eftir ein 2-2 javnleik á Tórsvølli, lá HB sum væntað undir, tá teir hóskvøldið skuldu royna seg á útivølli móti eysturríkska, Grazer AK.
Eftir at teir í hálvleikinum vóru aftan fyri við tveimum málum, gjørdist endaliga úrslitið ein 4-0 sigur til heimaliðið, sum við hesum fekk spælt seg víðari í UEFA-Cup kappingini.
Dysturin var annars soleiðis, sum tey flestu høvdu roknað við. Á heimasíðuni hjá Grazer AK verður sagt, at HB var undir stórum trýsti frá dystarbyrjan, og longu eftir 13 minuttum hevði Ronald Brunmayr lagt Grazer á odda, eftir at føroyska verjan ikki fekk ruddað butur..
Brunmayr var vegna skaða ikki við á føroyaferðini, og um sæð verður burtur frá tvímálsskjúttanum ta ferðina, Benedict Akwuegbu, so hevði Grazer hesa ferð sent sterkasta lið sítt á vøllin.
Á hálva tímanum økti Brunmayr um leiðsluna, tá hann var fyrstur á einum innleggi, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
HB kundi tó við einum máli skapt nakað av spenningi í aftur, men nærri enn einum rúkandi skoti frá Allani Mørkøre, sum málverjin júst fekk vart fyri, kom HB ikki.
Saman við Pól Næss Joensen verður Allan Mørkøre annars skýrdur sum besti HB-leikarin á vøllinum hóskvøldið.
Í seinna hálvleiki helt Grazer fram, har teir sleptu í fyrra, men leingi var tó líkt til, at væl stríðandi HB liðið kundi avmarka tapið til tvey mál.
Hetta glapp teimum tó av hondum, tá Tokic í 70. minutti stútaði bóltin í málið, og tríggjar minuttir inn í eykatíðina setti Milinkovic trumf á, tá hann hevði lætt spæl við at senda í tómt mál, eftir at málverjin hevði hálvbjarga eini skotroynd frá Bazina.
Sostatt noyddist HB eins og hini føroysku umboðini úr Europa eftir fyrsta umfarið, men tað skerst ikki burtur, at tey fýra føroyska umboðini í ár tæntu føroyskum fótbólti til miklan sóma. Einki teirra varð veruliga avbukað, og meðan VB, HB og GÍ fingu stig burtur úr royndini á heimavølli, megnaði B68 tað sama á útivølli.
Dysturin í tølum:
Grazer AK-HB 4-0 (2-0)
1-0: Brunmayr 13.
2-0: Brunmayr 30.
3-0: Tokic 70.
4-0: Milinkovic 90.
Liðið hjá HB: Pól Næss Joensen (Bárður JOhannesen 89) - Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Janus Joensen, Eyðfinn Fjallsbak - Rói Árting, Allan Mørkøre (capt.), Høgni M. Joensen (Bjarni Jørgensen 73), Hallur Danielsen - Rógvi Jacobsen, Bárður Mortansson.
Á beinkinum uttan at koma inn: Bárður Christiansen, Hendrik Rubeksen, Ransin Djurhuus.