Tað kókar norðuri í Sundi

Hvørt venjingarkvøld er sum á Norðoyastevnu, og leygarkvøldið tóku 300 ímóti, tá ið Sundabáturin og Ritan komu til hús aftur

Tað kókar í Hvannasundi. Soleiðis plagar at verða tikið til, tá ið tað viðhvørt eitt sindur seinni á árinum plagar at vera nógvur høgguslokkur í Hvannasundi.
Longsti dagur er í morgin, men longu nú kókar tað í Hvannasundi. Síðani Sundabáturin kom, hevur róðraráhugin verið so stórur í Hvannasundi og Norðdepli, at tað hevur verið sammett við seksti árini, tá ið Norðingur var upp á tað besta og dróg nógvar sigrar og FM heiti norður í Sund.
Nú kennist tað sum um, at róðraráhugin slær øll met. Leygarkvøldið vóru trý hundrað fólk og tóku ímóti, tá ið Sundabáturin og Ritan við nógvum skreyti komu ígjøgnum trongu tunnlarnar.
Gamli handilin hjá Debusi Christiansen í Norðdepli er karmur um virksemi hjá róðrarfelagnum. Har eru maskinurnar, sum óføru rógvararnir hava fyrireikað seg til róðrarárið á, og har savnaðist stóri skarðin leygarkvøldið.
- Tá ið bátarnir vandu mánakvøldið fylgdu so nógv við, at tað næstan var sum á Norðoyastevnu. Tað eru ikki bara fólk úr báðum bygdunum her hjá okkum, sum eru spent í Rituni og Sundabátinum. Onkur av Viðareiði og fleiri úr Klaksvík rógva við, og tað smittar av sær. Nógv viðhaldsfólk vóru í Runavík leygardagin, og tað verður nógv tosað um at fara suður til Vágs nú leygardagin, sigur Lena í Buð, sum er nevndarlimur í róðrarfelagnum. Beiggi hennara, Niels, er formaður, men hann er burturstaddur, men tað er so mikið heppið, at vit fáa fatur á einum øðrum nevndarlimi undir sama taki!
Øll tey, sum leygarkvøldið vóru komin saman at fagna óføru manningunum, vórðu bjóðað suppu. Kappróðrarprátið var nógv, og soleiðis hevur tað verið síðani. Í bilum og til gongu og úr vindeygum við kikarum verða óføru manningarnar eygleiddar, tá ið tær rógva frá oljukaiini og norður á Mása kaiina.

Ritan
Dreingirnir umborð á Rituni hava við sigrinum á Skálafjørðinum lagt seg á odda í FM kappingini. Sigurin var ikki óvæntaður, tí Ritan vann eisini á Kollafirði, og í Klaksvík vóru teir næstfremstir.
Aftur hesa ferð var størsta kappingin við Jallin. Ritan fekk saman við Havfrúnni besta startin. Kollur og Jallurin gingu eisini væl. Havfrúgvin var leingi heilt frammi í oddinum, men í endaspurtinum var spurningurin, um Jallurin fór at megna at gera nakað við Rituna. Eina lítla løtu tóktist tað sum um, at lítla hálva bátslongdin tók at tódna, men á seinastu hálvt hundrað metrunum vóru tað teir umborð á Rituni, sum áttu mestu orkuna, og á málstrikuni var eingin ivi um, at tað var Ritan, sum hevði vunnið, og at tað nú er Ritan, sum er fremst í FM kappingini við Jalli í hølinum.
Higartil hava tað bara verið hesar báðar manningarnar, sum hava kappast um sigrarnar. Einki í róðrinum á Skálafjørðinum bendu á, at aðrir bátar fara at blanda seg. Kollur var tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Jallin, Havfrúnna og Sílið, sum tað var lítil og eingin munur ímillum.

Sundabáturin
Setningurin hjá teimum umborð á Sundabátinum var at taka Sølmund, sum í heimasjógvi ætlaði at verja góðu støðuna, sum teir við sigrum í tveimum teimum fyrstu kappingunum høvdu vunnið sær.
At hetta ikki fór at vera dagurin hjá teimum í Kappróðrarfelagnum NSÍ sást longu í hesi kappingini. Sundabáturin fekk besta startin, Sølmundur hekk væl í, og eitt skifti fekk hann skutin framum Sundabátin. Men á 1000 metra málinum hevði Sundabáturin munin, og síðani var tað bara ein spurningur, hvussu tryggur sigurin fór at verða.
Á málinum var fjarstøðan frá Sundabátinum og aftur til Sølmund meiri enn ein bátslongd, og so var tað langt aftur til hinar bátarnar.



(at koyra í kassa)

5-mannafør dreingir
1. Ritan 5.08,14
2. Jallurin 5.09,11
3. Kollur 5.12,04
4. Havfrúgvin
5. Sílið
6. Blikur
7. Drekin
8. Strípan

Støðan
1. Ritan 18 stig
2. Jallurin 17 stig
3. Kollur 13 stig
4. Havfrúgvin 9 stig
5. Sílið 5 stig
6. Strípan 2 stig
7. Blikur 2 stig


6-mannafør menn
1. Sundabáturin 7.28,23
2. Sølmundur 7.31,01
3. Jarnbardur 7.37,11
4. Smyril
5. Hósvíkingur
6. Páll Fangi
7. Gongurólvur
8. Lómur
9. Víkingur
10. Kollfirðingur

Støðan
1. Sølmundur 19 stig
2. Sundabáturin 17 stig
3. Jarnbardur 12 stig
4. Smyril 8 stig
5. Hósvíkingur 5 stig
6. Gongurólvur 4 stig
7. Páll Fangi 1 stig