- Tað ræður um at hanga í

72 ára gamli Nikkel Petersen hevur arbeitt bæði á landi og sjógvi. Í løtuni er hann mitt í hummaraveiðuni.

- Tað er nógv betri at royna eftir hummara um summarið. Um veturin kundi tað vera grúsommiliga strævið, sigur hann.

Klokkan er farin at nærkast eitt, tá ein útróðrarbátur kemur siglandi inn í havnarlagið.
Umborð á bátinum stendur tann 72 ára gamli runavíkingurin, Nikkel Petersen. Hann hevur enn einaferð verið á hummaraveiðu við báti sínum Másin.
Rúsurnar hevur hann drigið á Tangafirði, og í einum kari við sjógvi standa kassarnir við hesi dýrabaru og livandi veiðuni.
Hann leggur at landi, bindur bátin fastan og tekst við ymiskt umborð, meðan hann bíðar eftir bilinum.
Nikkel veit, at ein bilur er á veg higar eftir veiðuni henda dagin. Allur hummarin verður seldur til fyritøkuna ORCA, sum hevur tilhaldsstað á Argjum, men sum arbeiðir hummarin í Kollafirði.
- Tað hevur gingið soleiðis nøkulunda hesi árini, eg havi roynd eftir hummara. Okkurt árið hevur verið gott og okkurt annað minni gott.
- Men sum heild hevur tað hilnast væl, sigur Nikkel Petersen.
 
Mugu dríva tað
Nógvir bátar fáa loyvi til hummaraveiðu á hvørjum ári. Og teirra millum er útróðrarbáturin Másin.
Saman við Nikkeli eru tveir aðrir bátar úr Runavík, sum royna eftir hummara í ár.
- Vit eru tó bert tveir sum dríva tað ordiliga  eg og ein annar sum royna tríggjar ferðir um vikuna.
- Tað er man noyddur at gera, um man skal fáa nakað burtur úr tí. Tað er ikki annað at gera enn at hanga í, sigur Nikkel.
Másin er væl útgjørdur bæði til fiskiskap við línu og snellu, men eisini til veiðu eftir hummara.
- Tað er faktisk hummaraveiðan sum í dag eigur lívið í einum, slær Nikkel fast.
- Hetta er ikki so galið. Hetta er akkurát fyri pensjónistar, tí ein krevur ikki so nógv.
Skipanin við hummaraveiðuni er tann, at Nikkel hevur eina kvotu uppá 2500 kilo. Men er heildarkvotan uppi áðrenn hann hevur fingið hesa nøgdina, fær hann ikki øll hesi kiloini sjálvur.
- Tí ræður tað bara um at hanga í, sigur hann.
 
Grúsommiliga strævið
Tíðin, har loyvt er at royna eftir hummara, er broytt. Í dag byrjar vertíðin fyrst í apríl mánaði.
Fyrr var bert loyvi at royna um veturin, men tá kundi viðra rættiliga illa hjá bátunum
- Eg byrjaði í 1977 og tá royndu vit alt árið. Men tá var grúsommiliga lítið at fáa.
- Síðani varð tað broytt til at vera um vetrarhálvuna. Tá byrjaðu vit hálvan september og út í hálvan apríl. men eg vil tó siga, at tað var eitt hundalív at royna um veturin, slær Nikkel fast.
Teir royndu nógv í Tangafirði, men var hann útnyrðingur ella útsynningurvestan í ættini var ofta nógvur vindur og nógvar glaður.
- Tað var grúsommiliga strævið. Men soleiðis sum skipanin er nú, dámar mær nógv betri.
- Tað einasta sum man nú kann verða hindraður av er toka. Dreggini standa so mikið nær hvørjum øðrum, at man sær so illa.
- At seta eftir radaranum, - tja, eg veit ikki. Og plottarin hjá mær er so lítil, at eg má hava brillur fyri at hyggja í hann. So tú skilir, at tað er ikki av tí besta, sigur Nikkel.
 
Dálking
Tá talan er um hummaraveiðu hjá bátunum á Skálafjørðinum og í nánd av honum, hevur Tangafjørðurin verið álitið  og er tað enn.
Nikkel hevur onkutíð roynt eftir hummara á Skálafjørðinum, men tað er ikki so væl roynandi, tí fjørðurin er vorðin so dálkaður.
- Eg haldi ikki at hummarin trívist rættiliga her, sigur hann.
Onkutíð hevur hann tó fingið kvotu sína á Skálafjørðinum. Her hava verið nakrir aðrir og roynt, men sum skilst hevur veiðan ikki verið hin mesta.
Orsøkin til hesa støðuna er helst hon, at alingin hevur dálkað fjørðin nakað nógv.
Hinvegin so er botnurin á Tangafirði heldur ikki ov góður. Her man tað helst vera línan og kanska eisini alingin sum eru orsøkir til tað.
Nikkel kann bara staðfesta at fiskiskapurin hevur verið í minking. Hann vónar tó ikki, at Tangafjørðurin gerst alt ov dálkaður í framtíðini.
- Men hinvegin so eru árini altíð ójøvn. Man ger góð ár viðhvørt og minni góð til aðrar tíðir, sigur hann.
 
Góður prísur
Tá apríl mánaður byrjaði legði Nikkel til brots beinanvegin við hummararúsunum.
Tað vísti seg, at hann beinanvegin fekk nógvan hummara. Og tá hann roknaði eftir mánadagin hevði hann fingið eini 1300 kilo síðani.
Tann fyrsta mánaðin fekk hann 600 kilo og góð 500 kilo tann næsta mánaðin. Higartil í juni mánaði hevur Nikkel fingið um 200 kilo.
- Nú er veiðan minkað nógv. Í dag liggur tað millum 18 og 25 kilo hvønn dagin.
- Hinvegin so fáa vit góðan prís um hummarin hevur røttu støddina, staðfestir Nikkel.
Vigar hummarin meiri enn 60 gramm fæst heilt upp í 85 kr. fyri kilo.
 
Góð heilsa
Mánadagin var Nikkel enn einaferð á Tangafirði fyri at taka upp hummararúsurnar.
Hann var farin tíðliga frá húsum, tí veðurmenninir høvdu boðað frá nakað av vindi av landsynningi. Klokkan mundi vera um hálvgum seks, tá hann legði frá landi.
- Tað ráddi tí um at vera nóg skjótur at draga rúsurnar. Tí landsynningur er ikki so góður har norðuri.
Hann hevur rúsurnar standandi norðanfyri Kaldbaksnes. Hann dregur tríggjar ferðir um vikuna, annanhvønn dag.
Hann er altíð einsamallur í báti sínum. - Tí, sum hann sigur. Heilsan er enn í lagi og alt fungerar gott.
Másin er eisini útgjørdur við sjálvstýrara, og tað lættir nógv um hjá Nikkeli.
- Eg seti bara sjálvstýrarin frá, tá eg byrji at draga. Og so liggur báturin sum hann skal, sigur hann.
 
 

Á sjógvi og landi
Hetta við sjólívinum er ikki ókent hjá Nikkel. Longu sum 14 ára gamal fór hann til skips.
- Ja, eg fór faktiskt beint av skúlabeinki avstað sum messur, sigur hann.
Hann hevur gjøgnum árini siglt við mongum ymiskum skipum og bátum, m.a. teimum gomlu koltrolarunum.
- Eg vil ikki altíð siga, at fortjenastan var so góð. Men eg havi so klárað meg til denna dag, sigur hann blídliga.
Nikkel hevur tó eisini arbeitt á landi, har hann helst man vera best kendur sum lastbilaførari.
Hann var ein teirra sum  fekk tann fyrsta Scania-lastbilin til Føroyar. Saman við honum fingu Menning Geyti í Kollafirði og Jóhannus Solmunde í Søldarfirði eisini slíkar bil. Hetta var ein jubileumsbilur  ein 56ari.
- Eg minnist, at teir komu at standa her á kajini. Tað var øgiligt sum fólk hugdu.
- Teir gomlu bilarnir vóru so lágir, meðan hesir vóru høgir  so høgir, at fólk hildu at hesir kundu ikki brúkast til nakað. Men tað kundu teir altso, sigur Nikkel.
Seinni seldi hann so eina lastbilin, og fekk sær bát ístaðin. Og tað er hesa vinnuna, hann nú fær tíðina at ganga við.