– Tað var ongin dramatikkur í luftini.
Tað sigur Bogi Johannesen, nývaldur býráðslimur fyri Javnaðarflokkin á Tvøroyri.
Og tað, hann sipar til, er, at tá ið nývalda býráðið á Tvøroyri varð kallað saman í gjárkvøldið at skipa seg, møttu tey trý umboðini fyri Javnaðarflokkin, ikki upp.
– Eg fekk fundarboð klokkan 19 týskvøldið um at møta á býráðsfundi kvøldið eftir, mikukvøldið, klokkan 21.15, sigur Bogi Simonsen.
Hann sigur, at hann hevur verið burturstaddur uttanlands í arbeiðsørindum síðani fyri kommunuvalið, og hann steig ikki fótin á land aftur á Tvøroyri fyrrenn klokkan 20.30 í gjárkvøldið, trý korter áðrenn at fundurin skuldi setast.
– Eg boðaði borgarstjóranum frá, at eg fekk ikki møtt á fundi, tí vit, sum vórðu vald á Javnaðarlistanum, mugu fáa høvi til at tosa saman um, hvussu vit skulu fara fram í hesum valskeiðnum, sigur hann.
Men tað hoyrdist einki aftur, og tískil møttu tey trý umboðini fyri Javnaðarflokkin ikki á fundi, og av tí sama var hann ikki viðtøkurførur.
Sostatt fekk býráðið ikki skipa seg í gjárkvøldið, sum ætlað.
Bogi Johannesen sigur, at hjá Javnaðarflokkinum er spurningurin um hann skal fara í samstarv við ætlaðu samgonguna á Tvøroyri við tí endamáli at fáa ávirkan. Sjálvur heldur hann, at tað besta vildi verið um alt býráðið kundi samstarva. Undir øllum umstøðum sigur hann, at hann ætlar sær at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk.
– Eg havi sagt alla tíðina síðani eg stillaði upp, at eg stillaði upp fyri Tvøroyri, og tí ætli eg mær eisini at taka undir við øllum uppskotum, sum tæna Tvøroyri og fólkinum, ið her býr, sigur hann.
Hinvegin kann kann ikki taka undir við, at Kristin Michelsen verður verandi borgarstjóri á Tvøroyri.
– Eg havi alla tíðina sagt, at eg kann ikki taka undir við einum borgarstjóra, sum eisini er løgtingsmaður, tí eg haldi ikki, at samgongan í Løgtinginum skal takast til gísla fyri at fremja kommunupolitikk. Tí kann eg hvørki stuðla, at Kristin Michelsen, ella Bjarna Hammer verða borgarstjóri á Tvøroyri, sigur Bogi Johannesen.
Bjarni Hammer er annars eisini valdur fyri Javnaðarflokkin og sostatt er hann floksfelagi hjá Boga Johannesen.
Bogi Johannesen sigur, at hinvegin er alt, ið talar fyri, at hann fer at skjóta upp, at Anita Vibergsdóttir verður borgarstjóri. Anita Vibergsdóttir er vald í býráðið sum einasta umboð fyri Borgaralistan. Annars hevur Javnaðarflokkurin trý umboð og Kommunulistin, har Kristin Michelsen er fyrst valdur, hevur eisini trý umboð.
Sostatt er Anita Vibergsdóttir tungan á vágskálini og kann sjálv avgera um hon verður borgarstjóri á Tvøroyri, ella ikki. Tann møguleikan hevur hon fyribils sagt frá sær, tí hon hevur avtalað at skipa meiriluta saman við Kommunulistanum við Kristini Michelsen sum borgarstjóra.
Men á fundinum, har nýggja býráðið skal skipa seg, sleppur hon so eftir øllum at døma at taka ítøkiliga avgerð, um hon vil verða borgarstjóri, ella ikki.