Flemming Mikkelsen
løgtingsmaður
Avlop grunnsins skal sambært løgmanni verða útgoldið eftir einum sokallaðum Alaskamodelli, soleiðis at hvørt mansbarn í Føroyum við ársenda fær ein kekk ella eina peningaflyting, ið svarar til teirra part av ágóðanum, hvør hann so verður?
Ein av fíggjarligu grundstuðlunum (stovnsfæið) undir dreymakenda gávugrunni løgmans, skal umframt sølu av almennum ognum, gud hjálpi mær, vera danska heildarveitingin, sum hesin sami løgmaður sigur, hevur forpestað føroyska búskapin, og sum sambært sama løgmanni kann hvørva, tá danir finna tað fyri gott, ella tá vit sjálvi taka stig til tað.
Er løgmaður
blivin í ørviti?
Vit hava milliardaskuld at dragast við komandi 20 árini.
Vit hava sum er eina fíggjarlóg, har nettoúrslitið gjørdist 287 mió. krónur. Blekkið ella svertan var nóg illa stadnað, tá røddir um eykajáttanir vóru at hoyra, so nettoúrslitið gerst sum frálíður væl minni. Tann fyrsta eykajáttanin er longu løgd fyri løgtingið.
Taka vit heildarveitingina (ríkisstuðulin) burturúr verandi fíggjarlóg, hava vit eitt nettohall uppá góðar 700 mió. krónur á føroysku fíggjarlógini.
Sambært varaløgmanni, skulu vit tøma heimastýrislógina komandi 5 árini, samstundis sum heildarveitingin verður skorin niður á null.
Vit skulu spæla
fólk í húsi
Tað skal ikki tað stóra hugflogið til, at ímynda sær eina fíggjarlóg við einum rakstrarhalli í milliardaklassanum, um vit framvegis skulu samanbera okkum við grannar okkara.
Tað verða tí ikki kekkar, harra løgmaður, men rokningar til fólkið, um vit ikki enda í lummanum hjá onkrum, vit helst vildu verið fyri uttan.
Tað hevur føroya fólk krav uppá!
Nú fólkaatkvøðan um fullveldisætlanina stendur fyri durum, skyldar løgmaður føroya fólki, og tað hevur føroya fólk krav uppá, eina greitt uppsetta føroyska fullveldisfíggjarlóg uttan blokk og uttan uttanumtos, borna í hvørt hús í Føroyum, heldur enn tvætlið um kekkar, sum ongin dekningur er fyri tey fyrstu 100 árini.