– Vit kunnu sjálvandi ikki liva við, at spillolja verður stoytt á sjógv, ella endar í náttúrini annars.
Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum.
IRF tekur ímóti spillolju frá skipum og virkjum, og reinsar hana, soleiðis at hon kann brúkast aftur. Men nú sleppa tey ikki longur av við tað reinsaðu oljuna, tí teir størstu keypararnir eru bakkaðir út og hava fingið aðrar loysnir.
Tá ið IRF sostatt ikki longur hevur inntøkur av at selja reinsaða olju, fáa tey útreiðslur av at senda sepilloljuna av landinum.
Men tað hava tey ikki fígging til, og sostatt hava tey biðið landsstýrið um 2,4 milliónir í eykajáttan til endamálið - men landsstýrið hevur sagt nei.
Hann segði, at tað hevur skund at finna eina loysn, og tað, sum eftir er av árinum í ár, eru tað einir 1.500 rúmmetrar av spillolju, sum skulu takast ímóti og burturbeinast.
Les eisini: Kann verða størsta umhvørvisdálking í Føroya søgu
Og Helgi Abrahamsen sigur, at sjálvandi kann talan ikki vera um nakað annað enn at tað verður burturbeint eftir forskriftunum, tó oljan skal ikki enda í náttúruni.
Hann sigur kortini, at tað er ikki undirtøka í samgonguni fyri at lata IRF eina eykajáttan til endamálið.
Hann sigur, at hann hevur havt fund við IRF, og har hevur hann heitt á tey um at kanna aðrar møguleikar fyri at útvega inntøkur til endamálið.
Les eisini: Hetta kann ómøguligt fara at henda
– Eitt nú tekur IRF eisini ímóti spillolju frá útlendskum ferðafólkaskipum, sum koma higar, men tey rinda einki fyri tað. Ein máti kundi verið at IRF tekur gjald frá teimum fyri at taka ímóti spilloljuni, sigur hann.
Tað kann eisini vera ein roynd hjá IRF at leita eftir onkrum øðrum, sum kann keypa ta reinsaðu oljuna, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Men hann endurtekur, at vit kunnu ikki liva við, at spilloljan endar í náttúruni, so ein loysn skal finnast, so ella so.