Fremstu biðlarnir til FM-gullið í Meistaradeildini hjá monnum, KÍ og NSÍ hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í landskappingini.
Tað ótrúliga var, at allir tríggir dystirnir endaðu við javnleiki.
Liðini møttust í hálvfinalunum í steypakappingini, og har eydnaðist tað báðum liðunum at vinna ein 4-2 sigur á heimavølli.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum í landskappingini gjørdist 3-3.
Telja vit málini við í steypakappingini við er samlaða málúrtøkan millum KÍ og NSÍ í 2026: 9-9.
KÍ-NSÍ 1-1 (0-1) - 15. mars
1-0 Páll A. Klettskarð (32.)
1-1 Petur Knudsen (51.)
NSÍ-KÍ 0-0 - 3. juli
KÍ-NSÍ 2-2 (0-0) - 23. august
1-0 Filip Brattbakk (59.)
2-0 Páll A. Klettskarð (67.)
2-1 Petur Knudsen (83.)
2-2 Daniel Obbekjær (90.+8)
Kelda: FaroeSoccer











