- Tað er eitt, sum er rættiliga avgerandi fyri, um Sambandsflokkurin fer at tapa næsta løgtingsval. Og tað er, at flokkurin fær ein nýggjan formann ístaðin fyri Kaj Leo Holm Johannesen.
Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og valserfrøðingur.
Sambandsflokkurin, og serstaklia Kaj Leo Holm Johannesen, formaður, fekk ein rættiligan lúsing á fólkatingsvalinum fyri eina góða viku síðani.
Og Jógvan Mørkøre heldur, at ein avgerðandi fortreyt fyri at Sambandsflokkurin ikki skal ganga enn longur aftur á løgtingsvalinum, er, at flokkurin fær ein nýggjan formann at standa á odda fyri valstríðnum.
Hann vísir á, at í veljarakanningunum uppundir fólkatingsvalið, hevur Sambandsflokkurin havt undirtøku á heilt upp ímóti 30 prosentum av atkvøðunum.
- Tað er uttan iva Edmund Joensen, sum hevur heiðurin av tí, heldur jógvan Mørkøre.
Samstundis vísa verljarakanningar í sambandi við løgtingsvalið, at flokkurin hevur ikki undirtøku frá meiri enn heilt niður á 17 prosentum av veljarunum.
Og valgranskarin heldur, at tað er eingin ivi um, at tað er ein støða, formaðurin má taka á sín kappa.
- Og tað ger ikki støðuna frægari, at kanningin hjá Gammeltoft, vísir, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, heldur Jógvan Mørkøre.
- Sambandsflokkurin kann ikki halda fram við einum formanni, sum hevur logið fyri løgtinginum. Og hann kann so slett ikki fara til løgtingsval við einum formanni, sum hevur logið fyri løgtinginum.
Valserfrøðingurin heldur, at tað er ein veldugur trupulleiki hjá Sambandsflokkinum.
- Skal Sambandsflokkurin forða fyri eini enn størri afturgongd á løgtingsvalinum, enn hann hevði á fólkatingsvalinum, er tað ein rættiliga avgerandi fortreyt, at hann fær skil á sínum viðurskiftum, og fær ein nýggjan formann.
Jógvan Mørkøre vísir eisini á, at hóast Havnin er heimabeitið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, var hann kortini so frægur, at hann vísti á, at hann er ímóti ætlanini hjá Tórshavnar Býráð at byggja havnarlagið úr frammanfyri Skansan.
- Hann vildi heldur flyta Havnina inn til Runavíkar, og tað hevur neyvan heldur ikki gagnað honum, heldur valgranskarin, heldur hann.