Tað var Hans Jákup Johansen, sum var fjarritari fyri Rannvá Gardar, sum í kvøld fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í gekka-spælinum í kvøld.
Tey vóru stødd á Hotel Føroyum, tí tey skuldu í eitt brúdleyp.
Høvuðsvinningurin í kvøld var á heilar tvær miljónir krónur, sum Rannvá Gardar valdi at lata liggja í gula leypinum. Alternativið var at deila upphæddina í trý við 700.000 krónum í hvørjum leypi.
Men, djarva kvinnan valdi at satsa.
Í fyrstu royndini í kvøld steðgaði hjólið á 30.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 90.000 krónum, sum eisini hevði verið ein góður vinningur.
Men, tá fjarritarin hugdi yvir á kvinnuna, sum átti spælið og møguleikan, risti hon við høvdinum. Hetta var ikki at misskilja, og Hans Jákup Johansen fór í holt við aðru royndina.
Verturin í gekka-spælinum í kvøld, Magnus Magnussen, helt síðan fyri, at nú var bara at koyra á kassan!
Í aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum nú faldað við tvey hevði givið henni 40.000 krónur. Men, nú var eingin ivi hjá Rannvá Gardar, og hon vildi hava fjarritaran at royna seinasta møguleikan.
Í triðju royndini steðgaði hjólið á 50.000 krónum, sum soleiðis gjørdist endavinningurin í kvøld. Men, á Hotel Føroyum vóru tey ikki vónsvikin. Tey takkaðu fyri, og orðini fullu nøkulunda soleiðis:
- Tað var ikki so galið. Hatta var deiligt, segði fjarritarin hjá Rannvá Gardar, Hans Jákup Johansen.