Í Føroyum hækkar skattabyrðan av sær sjálvum. Til dømis, um prís- og lønarvøksturin verður á sama støði í komandi fýra árini sum tey undanfarnu fýra, so fer skatturin hjá einari púra vanligari familju við trimum børnum at hækka við 19.097 kr. árliga, sí talvuna niðanfyri:
Hví hækkar skattatrýstið so nógv?
Orsøkin til skattahækkingina er ein alstórur feilur í føroysku skattaskipanini, nevniligi at skattasatsir og frádráttir ikki verða javnaðir samsvarandi prís- og lønarvøkstrinum, eins og gjørt verður aðrastaðni.
Í Danmark er til dømis ásett í lóg, at allir viðkomandi skattasatsir og frádráttir hjá persónum skulu javnast í kunngerð samsvarandi lønarvøkstrinum. Tað hava tey gjørt eftir fastari skipan síðani 1992, og eru skatta- og frádráttarsatsir í Danmark síðani tá hækkaðir umleið 150 % vegna javning. Ikki fyri at fíggja skattalættar, men einans fyri at tryggja, skattatrýstið ikki hækkar ótilætlað. At Føroyar ikki hava gjørt tað sama, er alstórur trupulleiki fyri okkum.
Hesin feilurin eigur at verða loystur sum eitt tað allarfyrsta málið hjá nýggju samgonguni, tí vit vita øll, at um javning av skattum fer at bíða í eitt ár, fer tað eisini at bíða í 2 ár, og so framvegis. Neyvan verða veljarirnir glaðir, um tey uppdaga, at skatturin er øktur munandi, tá samgonguskeiðið er liðugt.
##med2##
Also: um hækkingin í inntøkuni verður óbroytt, og skattasatsir ikki verða hækkaðir samsvarandi, so fer skattatrýstið hjá hesari familjuni at hækka 2,17 %-stig svarandi til 19.097 kr. í 2030.
Grundarlag fyri útrokning
Niðanfyri sæst nakað um tekniska grundarlagið fyri útrokningini (Fólk skulu vera vælkomin at eftirrokna):
Roknað verður við 13,0 % vøkstri í lønarlagnum samsvarandi vøkstrinum í medianinntøkuni fyri seinasta 4 ára-skeið. (Viðmerkjast kann, at í Danmark er javnað fyri 16,1% seinasta 4-áraskeiðið, og um lønarvøksturin hevði hækkað 16,1% uttan samsvarandi javning, hevði skatturin í døminum hækkað 2,61%).
Allir skattasatsir eru samsvarandi galdandi lógum og skatta- og frádráttarsatsum.
Í útrokningini er roknað við, at familjan býr í Tórshavnar kommunu, og at familjan hevur trý børn undir 18 ár, harav tvey eru undir 7 ár. Av meirskattinum í talvuni omanfyri stavar 7.267 kr. frá vantandi javning av barnafrádráttunum (13% av barnafrádráttunum fyri 3 børn í 2026). Um familjan onki børn hevði havt, hevði skatturin vaksið 1,34 % ella 11.830 kr.
Afturat skattunum omanfyri er ymisk almenn gjøld, sum ikki eru við í útrokningini, men sum tó verða sera lítið ávirkað av manglandi javning. Harafturat er javning av ymiskum nýtsluskattum (oljuavgjald, vegskattir v.m.) ikki við í útrokningini, men er virði av manglandi javning av teimum lítið samanborið við javning av inntøkuskattinum.
Terji Petersen











