Í nátt gongur freistin út, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett Iran fyri at lata Hormussundið uppaftur fyri skipaferðslu.
- Ein heil "sivilisatión" fer at doyggja í kvøld og fer ongantíð at koma aftur. Eg vil ikki, at tað skal henda, men tað vilja tey helst.
Soleiðis skrivar amerikanski forsetin á Truth Social seinnapartin í dag.
- Men nú, sum vit hava eina fullkomiliga stjórnarbroyting, kann kanska okkurt kollventandi henda - hvør veit, leggur forsetin aftrat.
Freistin, sum Donald Trump hevur sett Iran at lata Hormussundið uppaftur, gongur út tíðliga í nátt, og sjálvur kallar forsetin løtuna eina av teimum týdningarmestu í heimssøguni.
- 47 ár við trýsti, muturi og deyða tekur nú ein enda. Guð vælsignið tað fantastska iranska fólkið!
Iran hevur fleiri enn 92 milliónir íbúgvar og í stødd er landið, bæði í vídd og fólkatali, nummar 17 í heiminum.
Í síðstu viku hótti amerikanski forsetin við at bumba Iran aftur í steinøldina, um landið ikki letur Hormussundið uppaftur fyri allari skipaferðslu.
Mánadagin segði Donald Trump, at Iran kann hava tapt - ella verða "slått ut", sum norskir miðlar skriva - eftir einum kvøldi, og at hetta kanska verður týskvøldið.
- Hetta ljóðar sum tað bera reyp. Um tey høvdu megnað hetta eftir einum kvøldi - hví gjørdu tey tað so ikki fyrsta kvøldið?
Soleiðis segði Lars Peder Haga, sum starvast við norska luftkrígsskúlan, við www.tv2.no mánakvøldið.
Í gjár gjørdist greitt, at Iran hevði vrakað eitt uppskot um vápnahvíld, sum Pakistan hevur latið úr hondum.
- Samráðingar kunnu slett ikki sameinast við ultimatum, brotsverk og hóttanir um krígsbrotsverk, segði talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum, Esmail Baghaei, í gjár.
##med2##
Keldur í Pakistan søgdu í dag við Reuters, at landið framvegis hevur samband við Iran, og at tey arbeiða við at fáa í lag samrøður.
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sigur, at USA framvegis væntar at fáa svar úr Iran, áðrenn freistin hjá Donald Trump gongur út.
USA og Ísrael hava í dag framt eina røð av álopum á Iran, og fleiri tíðindamiðlar vita at siga, at USA hevur lopið á týdningarmiklu iransku oljuoynna, Kharg í Persaraflógvanum.
Lesið eisini: Guterres ávarar USA
https://www.in.fo/news-detail/antonio-guterres-avarar-usa
##med3##












