Tað eru tveir mánaðir síðani B71 vann

1. DEILD: Í dag var superveteranur annar málskjúttin, tá ið NSÍ vann tepran heimasigur ímóti B71

Mynd: B71

Fyri fimtu ferð á rað fór B71 í dag av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur samlaða úrtøkan hjá sandoyingum verið tveir javnleikir og trý tap. Í dag endaði tað við 2-1 tapi á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Tá ið NSÍ fyrr í ár var á Sandi, endaði tað við 4-1 heimasigri. 27. apríl vann B71 2-0 á heimavølli ímóti FC Hoyvík. Síðani tá hava sandoyingar ikki vunnið fulla úrtøku.

 

NSÍ er á sætta plássi við 20 stigum, og B71 er á sjeynda plássi  við 18 stigum.

 

Pól Jóhannus Justinussen setti hol á, tá ið stórir 10 minuttir vóru farnir. Hetta var annað málið hjá superveteraninum í næstbestu deildini í ár.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var Tijani Yakubu, sum er toppskjútti hjá B71 við sjey málum.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði NSÍ 2-1 málið, sum vísti seg at vera sigursmálið. Málskjútti var Atli Petersen, sum skoraði fyri aðru ferð í ár í 1. deild.

 

Um eina viku fær B71 vitjan av FC Hoyvík, og tá fer NSÍ at spæla á Vágseiði at spæla jóansøkudyst ímóti FC Suðuroy.

 

Mynd: B71