Mannarættindi og alheims flóttafólkakreppan eru óloysiliga samantvunnin, sigur Amnesty International í dag, tá ið ársfrágreiðingin fyri 1997 verður útgivin.
Ársfrágreiðingin, sum viðger mannarættindabrot í 151 londum og økjum í 1996, sigur frá misgerðum, framdar av stjórnum og vápnaðum andstøðubólkum. Misgerðir so sum ólóglig dráp, píning, hvørvingar og fongsling av samvitskufangum.
Tað var ikki beinleiðis ábyrgdin hjá stjórnunum fyri mannarættindabrotum í egnu londum, sum var orsøkin til ræðuliga flóttafólkastreymin, sum vit sóu í 1996, segði Pierre Sané, aðalskrivarin í Amnesty International. Aðrar stjórnir birtu antin beinleiðis ella óbeinleiðis uppundir bardagan, sum er atvoldin til mannarættindabrot í støðum sum Miðafrika, Afghanistan og Colombia, og so snúðu tey sær undan at taka ábyrgdina av tí syndarligu støðuni, tey voldu.
Alt fleiri stjórnir noktaðu eisini at gera sína skyldu: at verja milliónir av monnum, kvinnum og børnum, sum eru noydd at flýggja orsakað av støðuni í hesum londum. Tey lótu aftur landamørkini og noyddu túsundtals flótafólk at venda aftur til lívshættisligar umstøður, har trygd teirra var í vanda.
Flóttafólkakreppan í eystara partinum av Miðafrika var mest sjónliga ímyndin av, hvussu mannarættindabrot noyddu fólk at flýggja seinasta ár. Men heilt úr Colombia til Afghanistan vóru misbrot framd á politistøðum, í fangatippum og á gøtunum, soleiðis at ósekir menn, ósekar kvinnur og ósek børn noyddust at liva í ótta fyri lívi sínum.
Amnesty International veitti í 1996 prógv fyri túsundtals uttanrættarligum avrættingum í minst 69 londum og túsundtals rættarligum avrættingum í minst 41 londum. Fleiri túsund samvitskufangar ella møguligir samvitskufangar vóru í fongsli í minst 94 londum. Felagsskapurin skrásetti mál um píning ella ringa viðferð av fólki í minst 124 londum og hvørvingar í minst 39 londum, tó at Amnesty International heldur røttu tølini vera nógv størri.
Hóast hetta hava stjórnirnar eisini í 1996 valt at viðgera sjúkueyðkennini heldur enn at gera nakað við orsøkina, sigur Pierre Sané, aðalskrivari í Amnesty Internationla. Tað verður ongin endalig loysn á flóttafólkastreyminum, fyrr enn okkurt verður gjørt við sjálva orsøkina - óttan fyri mannarættindabrotum.
Í 1998 verður 50 ára hald fyri Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi. Tá ið okkara næsta ársfrágreiðing kemur út á sjálvum ársdegnum, ynskja vit at síggja, at stjórnirnar veruliga hava broytt politik og geva bindandi lyfti um mannarættindi komandi fimti árini.
Samandráttur um Europa
Í Europa komu framvegis fráboðanir um píning, ringa viðferð og politiharðskap. Í mongum førum vóru etniskir minnilutabólkar serliga í vanda. Lógarásett vernd fyri flóttafólk og asylsøkjarar var framvegis ófullfíggjað í summum londum í heimspartinum.
Uppundir valið í Albania í mai vórðu mong av andstøðufólkunum og stuðlunum, sum vórðu handtikin av løgregluni, illa viðfarin. Í mongum førum høvdu tey verið við í friðarligum tiltøkum t.d. luttikið á flokksfundum, skrivað slagorð ella sett plakatir upp. Fleiri tíðindafólk vórðu eisini handtikin og bukaði ella hótt við rættarsókn.
Í Bosnia-Herzegovina vórðu nógvir samvitskufangar fongslaðir í vikur ella mánaðar orsakað av teirra tjóðskapi. Burturflutt fólk og flóttafólk sluppu ikki at venda aftur ella at vitja heima, tí tey vórðu álopin, og húsini vórðu sorlaði sundur og oyðiløgd.
Í Georgia vórðu minst seks politiskir fangar dømdir eftir rættargongd, ið ikki lúkaði altjóða reglurnar fyri rættvísari rættargongd. Sagt varð frá, at einir 200.000 etniskir georganarar, sum vórðu burturfluttir undir stríðnum í nógv umtalaða Abkhazia økinum ikki sluppu at venda heimaftur orsakað av teirra etniska uppruna og politisku áskoðan.
Hernoktarar vórðu framvegis fongslaðir í Russika Samveldinum, og tað vóru nógvar fráboðanir um ringa viðferð í varðhaldi - etniskir minnilutabólkar vórðu serliga illa viðfarnir. Fangar, sum bíðaðu eftir rættargongd, høvdu ræðuligar umstøður. Teir fingu eina vanvirðisliga og ómenniskjaliga viðferð, sum stundum endaði við, at teir doyðu.
Í Turkalandi var torturur framhaldandi vanligur á løgreglustøðunum og viðførdi, at minst 11 fólk doyðu í varðhaldi. Fólk í hópatali vórðu dripin í kurdisku landsynningsprovinsunum. Illgruni er um, at tey vórðu avrættaði uttan rættargongd. Vápnaðir andstøðubólkar høvdu ábyrgdina av meira enn 40 drápum, framd við vilja ella tilvildarliga.
Úr Bulgaria vóru fleiri fráboðanir um fólk, ið vóru pínd og illa viðfarin av løgreglumonnum, og øðrum embætismonnum innan lóggávuvaldið. Flestu av offrunum vóru av Romafólkinum. Minst fimm fólk doyðu, tí tey vóru pínd ella illa viðfarin. Minst trý fólk doyðu, tí at løgreglumenn skutu eftir teimum.
Í Týsklandi vóru framhaldandi pástandir um, at løgreglan fór illa við fremmandum, og ein kanning, ið varð umbiðin av innanríkismálaráðharranum fyri teir 16 samveldisstatirnar, kom við tí niðurstøðu, at misbrot framd av løgregluni móti fremmandafólki umfatað meira enn »bert nakrar fáar isoleraðar tilburðir«. Ein samsvarandi frágreiðing frá Amnesty International í 1995, varð víst aftur av týsku myndugleikunum.
Nakrir deyðstilburðir fóru fram undir nógv umtalaðum umstøðum í Stóra Bretlandi, og átala varð hvørki reist móti løgregluni ella fangavørðunum í samband við mál undanfarna ár - teirra millum tvey mál, har niðurstøða nevninganna var ólógligt dráp. Amnesty International boðaði stjórnini frá, at felagsskapurin ber ótta fyri fleiri greiningum í lógini frá 1996 um friðskjól og innflyting.
Í Jugoslavia vóru mong dømi um ringa viðferð og píning, framd av løgregluni. Flestu offrini vóru etniskir alabanarar í Kosovo landspartinum. Frá apríl til oktober vórðu níggju serbarar, teirra millum fimm løgreglumenn, skotnir til deyðis, og ein felagsskapur, ið kallaði seg frælsisherurin í Kosovo, segði seg hava ábyrgdina av tí. Myndugleikarnir svaraðu aftur við víttfevnandi tilvildarligum handtøkum av etniskum albanarum, fleiri teirra vóru illa viðfarin og seinni leyslatin uttan ákæru.
Samandráttur um Afrika
Í 1996 versnaði flóttafólkakreppan í Afrika, og serliga í eystara partinum av Miðafrika. Hópdráp, píning, politiskur ófriður og harðskapur noyddu hundraðtúsundtals fólk at rýma heimanífrá fyri at leita sær trygd.
Í Burundi vórðu meira enn tíggjutúsund óvápnaði sivilfólk dripin av trygdarliðum, av vápnaðum Tutsi bólkum, sum bardust saman við stjórnarherinum, og av Hutu andstøðubólkum. Nógv vórðu dripin bert orsakað av teirra etniska uppruna. Aftaná hernaðarkvetti í juli tók Major Pierre Buyoya øll politisk rættindi av, og teir næstu tveir mánaðarnar, søgdu váttað tíðindi, at minst 10.000 fólk vóru dripin og nýtt lið av flótafólki flýddi til grannalondini.
Í Rwanda drap herurin hundraðtals sivilfólk, og bæði tilvildarliga og við vilja hildu vápnaðir andstøðubólkar á at drepa óvápnað sivilfólk, teirra millum bæði smábørn og pinkubørn. Við árslok vóru næstan 100.000 í varðhaldi, mong teirra uttan ákæru, samantrokaði í yvirfyltum fangatippum. Tað viðførdi, at mong doyðu. Hóast onkrar royndir vóru gjørdar at endurreisa rættarskipanina, vóru dómarar og ákærar ikki nóg væl útbúnir og royndir, og bert 16 sakførarar vóru verjar. Gongdin í teimum fyrstu rættarsøkunum móti teimum, ið vóru ákærd fyri luttøku í fólkadrápinum, var klárt órættvís.
Í september og oktober, tá stríð brast á í eystara partinum av Zaire vóru meira enn ein millión av flóttafólki úr Rwanda og Burundi fangað ímillum vápnaðan bardaga og hungur. Partar av vápnaðum zairskum liðum luttóku í umfatandi ráni og mannarættindabrotum. Túsundatals óvápnaði flóttafólk og zairar vórðu dripin av vápnaðum bólkum innan AFDL (the Alliance of the Democratic Forces for the Liberation of Congo-Zaire). Amnesty International bað um, at altjóða samfelagði sendi umboð til Zaire, Burundi og Rwanda fyri at verja sivilar borgarar, sum vóru í vanda, og fyri at forða øllum stjórnum í at flyta vápn til økið.
Í juli og august vóru 75.000 rwandisk flóttafólk í Burundi noydd aftur til Rwanda. Í november og desember vendu okkurt um 70.000 flóttafólk aftur til Rwanda og fleiri túsund aftur til Burundi, tí tey óttaðust at verða dripin av vápnaðum zairskum liðum og øðrum vápnaðum bólkum. Í desember vórðu tey flestu av teimum 540.000 rwandisku flóttafólkunum í Tanzania eisini noydd at venda aftur til Rwanda, eftir eini samtykt gjørd millum stjórnina í Tanzania og hákommisserin fyri flóttafólk í ST. Fleiri hundrað av teimum, ið vendu aftur til Burundi, vórðu dripin av stjórnarherliðum.
Áhaldandi bardagin í Liberia hevði við sær hervilig mannarættindabrot, framd av øllum pørtum í stríðnum. Hóast politisk framstig vórðu gjørd til at steðga vápnaðu bardøgunum í Sierra Leone, vórðu verjuleysir borgarar framhaldandi píndir og dripnir. Í Suðurafrika vórðu minst 500 fólk dripin í politiskum ófriði og KwaZuluNata og í apríl fór ein nevnd kallað »Nevndin fyri sannleika og semju« undir almennar hoyringar um fortíðar mannarættindabrot.
Í Nigeria vórðu mangir smavitskufangar og týðandi mannarættindafólk framhaldandi hildin í fongsli undir ótespiligum fongsulsviðurskiftum. Hóast altjóða øsingarrópið aftaná at Ken Saro-Wiwa og 8 onnur vórðu avrættaði í november í 1995, eydnaðist ikki stjórnini at steðga mannarættindabrotunum ella at seta rættartrygdina í gildi aftur.
Senegal fylgdi tilráðingunum frá ST nevndini móti torturi í sína lóggávu. Í Kenya var leiðarin fyri eini mannarættindafelagsskapin dripin undir misteinkiligum umstøðum. Minst 63 fólk vórðu dømd til deyðis og meira enn 739 vóru undir deyðadómi, men ongin avrætting var fráboðað. Í langa borgarakrígnum í Sudan avrættaði stjórnarherurin hundraðtals sivilfólk uttan rættarsøk, og flutti burtur børn í hópatali. Uttanfyri krígsøkið vórðu hundraðtals politisk andstøðufólk handtikin, og fráboðanir eru eisini um tortur.