Tað ger mun!

“Tey siga, at tað ger ikki stórvegis mun hjá lesandi at stuðulin hækkar 10 prosent.”

 

Soleiðis søgdu umboðini hjá samgonguni í mentanarnevndini, tá uppskotið* um at hækka lestrarstuðulin við 10 prosentum varð viðgjørt.

 

Vit í SU halda, at hendan útsøgnin er í andsøgn við málið hjá samgonguni um at venda fólkafráflyting til fólkavøkstur.

 

Líkt er til, at hesi fýra løgtingsfólkini veruliga hava tikið hugburð løgmans til sín, tá tað kemur til virðið av pengum.

 

Eins og løgmaður heldur, at ein millión úr landskassanum eru piparnøtur (smakka væl, lítið virði?), halda umboðini hjá samgonguni í mentanarnevndini nú, at 380 krónur gera ikki “stórvegis” mun fyri lesandi, ið fáa studning.

 

Fyri at fara eftir manninum: Tað er lætt at siga hjá teimum, ið fáa fleiri pengar at koyra bil fyri, enn lesandi fáa í hægra studningi.

 

Fyri at fara eftir bóltinum: 380 krónur gera stóran mun í einum lítlum budgetti. Fyri 380 krónur mánaðarliga kann fáast: Sí niðast**.

 

Fyri at seta upphæddina í perspektiv, so svarar hetta árliga til 4180 krónur – og tað sæst aftur í húsarhaldinum hjá lesandi!

 

Eisini verður argumenterað ímóti uppskotinum við, at studningurin í Føroyum er hægri enn, ella í minsta lagi líka høgur sum stuðulin í hinum Norðurlondunum, uttan Danmark. Her verður fyri tað fyrsta ikki tikið atlit til, at prísstøðið í Føroyum er væl hægri, og tískil er neyðugt við hægri lestrarstuðli fyri at klára seg - fyri tað næsta kemur hetta argumentið frá somu samgongu, sum í Heildarætlanini fyri Fólkavøkstur staðfestir, at Danmark er fremsti kappingarneyti okkara, tá tað kemur til útbúgving.

 

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at hækka studningin við 10 prosentum er stutt og greitt avvíst av samgonguni uttan haldgóða próvførslu, og tað er ikki góður politikkur í okkara eygum.

 

*: Talan er í veruleikanum ikki um eina hækking í mun til, hvat lóggávan sigur um lestrarstuðulin. Lóggávan sigur, at lestrarstuðulin skal prístalsjavnast við 2% um árið, fyri at fylgja við prísvøkstrinum í samfelagnum. Hetta er ikki gjørt fleiri ár á rað.

 

**: Ein mjólkapakki um dagin, 1/10 av húsaleiguni – tað dupulta, um tvey búgva saman, mánaðarhald til fitness, klæðir frá topp til tá til pinkubarnið, fýra túrar aftur og fram við Smyrli, og nógv annað.