Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen, Füchse Berlin og Recken Hannover-Burgdorf knógvaðu sigrar í heimadystum í týsku bundesliguni í dag.
Hákun og liðfelagarnir í Füchse vunnu í Max Schmelling høllini í Berlin 30-24 á Melsungen. Útiliðið var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru berlinararnir bert á odda við einum máli, 14-13.
Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Sum altíð tók hann nógv tøk í verjuni.
Füchse Berlin hevur seks stig fyri fimm dystir.
Vilhelm og liðfelagarnir í Recken Hannover-Burgdorf vunnu í ZAG Arena høllini í Hannover 28-24 á Rhein-Neckar Löwen. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13.
Vilhelm skoraði fimm mál upp á átta málmøguleikar, og hann bleiv eisini noteraður fyri eitt assist.
Hannover hevur fýra stig fyri fimm dystir.
Youtube-rásin, Siggi_Channel hevur verið so beinasom at lagt málini Hákun og Vilhelm hava skotið fyri lið síni út. Tey sjey føroysku málini síggjast her:
##med2##
##med3##