Amerikanski forsetin, Donald Trump, er spurdur, um hann vil hjálpa til við at verja ES-lond, um Russland heldur fram við sínum fíggindaliga virksemi.
Seinastu tíðina hevur Russland verið naskari og naskari móti sínum grannum, eitt nú Póllandi, Rumenia og Estlandi.
Sambært AFP-tíðindastovuni varð amerikanski forsetin spurdur, um hann fer at hjálpa til, um Russland ikki heldur uppat við sínum ágangi.
- Jú, tað fari eg at gera. Tað vildi eg gjørt, svaraði amerikanski forsetin upp á fyrispurningin hjá tíðindafólki.
Fyri aðru ferð eftir stuttari tíð hava Nato-limalond biðið um ein sonevndan "artikkul 4" fund í verjusamgonguni.
Hesaferð var tað eftir, at trý russisk stríðsflogfør fríggjadagin gjørdu seg inn á loftrúmið hjá Estlandi í 12 minuttir - uttan loyvi.
Seinast, biðið var um ein "artikkul 4" fund, var herfyri, tá Pólland var fyri russiskum ágangi.
Tá var talan um tilsamans 19 russiskar dronur, sum sambært pólskum myndugleikum ólógliga komu inn í pólskt loftrúm.
Lesið eisini -
Russar hava aftur gjørt seg inn á Nato-land - https://www.in.fo/news-detail/russar-hava-aftur-gjoert-seg-inn-a-nato-land